
Trygdarfrástøðan minkað niður í umleið 300 m
Innsatsleiðslan á Tvøroyri hevur tikið avgerð um, at minkað trygdarfrástøðuna fra 1 km niður í umleið 300 metrar.
Økið kring Varðan Pelagic, sum framvegis er lýst vandaøkið er økið:
- sum norðureftir gongur til Ovara Veg – strekkið frá Tvøroyrar Kirkju vestur til Skótahúsið,
- vestur efter til Sjúkrahúsbrekkuna – frá Skótahúsinum og í sjógv, og
- eystur eftir frá Tvøroyrar Kirkju í eina beina linju suður eftir og í sjógv.
Borgarar, ið eru stødd vestan fyri vandaøkið og búgva eystanfyri, kunnu koyra eftir eftir Ovara Vegi.
Borgarar, ið búgva uttanfyri merkta vandaøkið, kunnu nú fara heimaftur.
Nærri verður at frætta í morgin.
Jón Klein Olsen
varapolitiinspektørur