Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Trupult at fáa vinnnuligt koyrikort til buss

“Sjaførurin er fremstur, hann stýrir mikið væl.” Soleiðis syngja vit oftani um bussføraran, tá ið vit eru á ferð. Men áðrenn vit vita av, so er ikki vist, at hon ella hann, sum situr fremst, skilir, hvat vit syngja um

So hvørt sum ferðavinnan hevur tikið dik á seg, so er tørvurin á bussførarum vaksin í stórum.

Nú er tørvurin so stórur, at tað frættist, at hetta er ein veruligur fløskuhálsur, sum hevur sær, at vit ikki fáa nóg mikið burturúr ferðavinnuni - eitt nú cruisevinnuni, sum vit áttu at fingi nógv burturúr.

Og serliga kann hetta vísa seg at verða ein fløskuhálsur, tá ið vit hugsa um at fáa spjatt ferðavinnuna runt um landið, har vilja bussarnir verða avgerandi fyri, at vit kunnu skipa soleiðis fyri, at ferðafólk okkara sleppa runt alt landið.

 Eru eingir bussførarar at føra fólkini gerst lítið annað enn, at hesi trunkast saman har tey longu eru, eitt nú í Havn.

 Men hesum eyðsýnda trupulleika ber sjálvsagt til at vinna á, til tess krevst bara nakað av politiskum vilja.

 Skipanin er trupul í verandi løtu

Í løtuni er skipanin soleiðis, at tey, sum hava busskoyrikort hava tikið tað, sum vit vanliga kalla stóra koyrikortið til lastbil, og tá ið tey hava koyrt tilsamans í 1 ár yvir eitt 3-ára skeið, ber til at fáa vinnubræv til at koyra buss. Hetta er annar vegurin, sum eisini er hin tyngri.

Hin lættara leiðin er at flyta til Danmarkar í seks vikur og taka koyrikortið á einum AMU-sentri. Tá hevur tú loyvið at koyra buss, tá ið tú kemur heimaftur, men hetta tykist heldur “overkill” - tað at skulla flyta av landinum fyri skjótt at fáa vinnuliga koyrikortið.

Tá slík útbúgving so ómakaleyst kann takast í Danmark, átti at verið lagamanni hjá okkara myndugleikum at tikið upp samstarv við røttu myndugleikarnar í Danmark, so at hendan útbúgvingin eisini fekst í Føroyum. Tað kann vera, at onkur ES-lóggáva liggur í buktini, so at føroyskir myndugleikar ikki fáa staðið fyri henni, men her kunnu vit - enn einaferð - njóta gott av Ríkisfelagsskapinum, sum roynist okkum so væl.

Tá verður tað eitt “danskt “ tilboð, sum verður boðið til okkum í Føroyum. Hetta loysir okkara stóru avbjóðing og bussførarirnir kunnu harvið eisini koyra kring um i Evropa og aðra staðir við.

Enn ein einføld loysn, sum røttu myndugleikarnir lættliga og ómakaleyst kunnu seta í verk.

Um vit koma í tað støðu, at vit sum land noyðast at siga nakrar av inntøkumøguleikunum í ferðavinnuni frá okkum, tí okkum vantar skikkaðar bussførarar, so er illa avstað farið.

Johan Dahl