Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Trupulleikin liggur ikki hjá kommununum

Í Sosialinum mánadagin 29. apríl vil Annika Olsen landsstýriskvinna í Almannamálum verða við, at hon fyri langari tíð síðani hevur sent kommununum liðugt uppskot um eldraøkið, og at hon síðani ikki hevur hoyrt aftur frá kommununum. Saman við Jørgen Niclasen fíggjarmálaráðharra hevur hon hug at geva kommununum ábyrgdina av, at eldraøkið sannlíkt ikki gerst kommunalt 1. januar 2014.

Kommunusamskipan Føroya metir ikki, at hesar útsagnir frá landsstýrisfólkunum eru í samsvar við veruleikan.

Sambært greinunum í Sosialinum mánadagin 29. apríl, so fær ein varhugan av, at Almannamálaráðið og Fíggjarmálaráðið hava lagt eitt liðugt uppskot viðvíkjandi eldraøkinum fyri kommunurnar, og at ráðini nú bert bíða eftir einum aftursvari frá kommununum. Hetta er á ongan hátt í tráð við veruleikan.

Neyðugar fíggjarligar útgreiningar ikki gjørdar

Í tilgongdini at leggja eldraøkið til kommunurnar, var fyrsti politiski fundur partanna millum hildin 1. juni 2012. Á fundinum var avgjørt, at Fíggjarmálaráðið skuldi gera eitt uppskot til ein fíggingarleist í samband við, at eldraøkið skuldi leggjast kommununum 1. januar 2014. Ikki fyrr enn 22 januar 2013, ella útvið 8 mánaðir seinni, var eitt uppskot til fíggingarleist handa kommununum. Men talan var bert um ein fíggingarleist, sum vísti, hvussu 338 mió. kr. skuldi fáast til vega, og hvussu hesar skuldi býtast útaftur á kommunurnar. Eingin verulig fíggjarlig útgreinan av eldraøkinum, ella hvussu framtíðar fíggingartørvurin á økinum kemur at verða.

Hesa útgreining er kommunurnar nú í ferð við at gera. Uppáhaldi frá bæði Anniku Olsen og Jørgini Niclasen í Sosialinum mánakvøldið um, at eldraøkið í framtíðini ikki verður stórt dýrari enn í dag, hevur av sonnum sannført okkum um, at kommunurnar eru noyddar at gera egnar fíggjarligar útgreiningar. Bara komandi 25 árini fer talið av eldri nærum at tvífaldast, og hvørt mansbarn veit, at útreiðslurnar á eldraøkinum fara at vaksa samsvarandi. Skulu kommunurnar ikki enda í fíggjarligum óføri, eru kommunurnar noyddar at krevja ein fíggingarleist, ið tekur hædd fyri hesari útreiðsluøking.

Hetta arbeiðið er ikki vorðið lættari, eftir at sitandi samgonga frá 2012 valdi at skatta pensjónirnar við inngjaldi heldur enn við útgjaldi. Skattainntøkurnar frá pensjónum høvdu sambært gomlu skipanini vaksið samsvarandi talinum av eldri, og komið kommununum til góðar. Sambært nýggju skipanini verða pensjónirnar skattaðar við inngjaldi og fella bert í landskassan, og í øðrum lagi, verður einki samanhang millum talið av eldri og pensjónsskattainntøkurnar. Avleiðingarnar av hesum eru als ikki viðgjørdar. ** Harumframt er øllum greidd, at tað í løtuni fara óforsvarligar sparingar fram á røktarheimum, sambýlum og í heimatænastuni. Millum annað hevur verið frammi, at heimatænastuni væntar uml. 1300 tímar um vikuna fyri at kunna veita eina nøktandi tænastu. Alt bendir á, at núverandi játtan á eldraøkinum ikki er í samsvar við veruliga tørvin á økinum. Tískil fara kommunurnar heldur ikki at góðtaka, at verandi játtan uttan dagføringar, verður nýtt sum grundarlag, tá ið uppgávan verður flutt frá landi til kommunur.

Aðrar fyritreytir heldur ikki komnar uppá pláss

Ein onnur og grundleggjandi fyritreyt fyri at leggja eldraøkið út til kommunurnar er, at ein eldralóg verður gjørd. Hendan fær í síðsta enda eisini avgerandi týdning fyri, hvussu stórur fíggingartørvurin á eldraøkinum verður í framtíðini. Hetta arbeiðið, sum land og kommunur í felag skuldi gera, er ikki byrjað enn.

Landið hevur eisini sett sum treyt, at kommunurnar skulu samstarva um eldraøkið, tá ið hetta verður lagt út. Men enn er ikki avgreidd, hvussu kommunali samstørvini skulu skipast bygnaðarliga og fíggjarliga. Ikki bert eru land og kommunur ósamdar í hesum spurningi, men ráðini innanhýsis er eisini rúkandi ósamd um, hvussu millum millumkommunal samstørv skulu skipast. Fyritreytirnar í samband við kommunal samstørv eru tí heldur ikki komnar uppá pláss.

Eldraøkið kommunalt, tá ið fyritreytirnar eru uppá pláss.

Kommunusamskipan Føroya er framvegis av tí fatan, at eldraøkið liggur best hjá kommununum. Men Kommunusamskipan Føroya hevur áður í yvirlýsing boða frá, at fleiri fyritreytir skulu verða uppá pláss, áðrenn økið er klárt at leggja út. Men higartil eru ongar av hesum fyritreytum komnar uppá pláss.

Kommunurnar fara ikki at taka nøkur óráð fyri, til tess at tryggja, at eldraøkið gerst kommunalt 1. januar 2014. At yvirtaka eldraøkið í óðum verkum, kann fáa vanlukkuligar fíggjarligar avleiðingar fyri allan tann kommunala geiran, og hetta fer Kommunusamskipan Føroya undir ongum umstøðum at góðtaka.

Tórshavn hin 1. mai 2013

Heðin Mortensen

Formaður

Kommunusamskipan Føroya