
Truplasta vegastrekki í landinum at halda opið vegna kava
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður hevur sett hendan fyrispurningin:
Munnligur fyrispurningur til Hendrik Old landsstýrismann í samferðslumálum
1. Hvar í raðfestingini hjá landsstýrismanninum liggur dagføring av vandamikla vegateininum Laksá - Oyndarfjørður.
2. Hevur landsstýrismaðurin ítøkiligar ætlanir, um at breiðka vegin út á Hellur.
3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa løgtinginum, hvat metti kostnaðurin er av dagføring og liðuggerð av nevndu vegateinum.
Viðmerkingar
Vegurin frá Laksá til Oyndarfjarðar er knappar 3 kilometrar til longdar. Ávísar broytingar og ábøtur eru framdar seinastu árini á hesum vegateini, sum av mongum framhaldandi verður mett at vera ein sera vandamikil leið.
Vegurin út á Hellur er smalur og ótíðarhóskandi.
Umstøðurnar eru góðar at breiðka nevndu vegir, fyri at bøta um trygdina og ferðsluna á staðnum.
Oyndarfjarðarvegurin er eitt tað truplasta vegastrekki í landinum at halda opið vegna kava á vetrartíð. Maskinurnar nýttar verða eru stórar og tungar og kunnu ikki nýtast á smølu ótíðarhóskandi vegunum í neðra. Tí er kavagravingin eisini ein avbjóðing, sum skundar undir at fáa framt neyðugar ábøtur.