Trúboðin í nýggjum hami
Blaðið Trúboðin hevur nú við ársskiftið skift ham, og harumframt eru fleiri nýggir og spennandi tættir í blaðnum.
Fyrsta blaðið í ár er komið út í dag, 11. januar. Blaðið hevur broytt layout; skrifttýpur, yvirskriftir, litir og uppsetingin sum heild er broytt. Hetta er gjørt, tí tað verður hildið neyðugt at gera eitt meiri spennandi og lættari layout fyri at møta dagsins lesarum og fyri at gera blaðið meir spennandi at blaða og lesa í.
Eisini innihaldsliga eru broytingar gjørdar. Teir flestu av tættunum, sum hava verið í Trúboðanum, halda fram. Millum annað samrøður við ymiskar persónar, frásagnir frá tiltøkum, uttanlandstíðindi og vitnisburðar. Tað vera tó eisini nakrir nýggir tættir í blaðnum.
Eitt av økjunum, ið er raðfest munandi hægri, er ungdómsparturin í blaðnum. Frá nú av eru tað tríggir bólkar av ungum, ið skiftast at skriva ungdómssíðurnar. Hesar síðurnar fara eisini at fylla meiri í blaðnum, enn tær hava gjørt áður. Og sum nakað heilt spennandi, verður skemt á ungdómssíðunum. Uppsetingin til ungdómssíðuna er ungdómslig og brýtur frá restini av blaðnum.
Ein spildurnýggjur teigur í blaðnum er ‘Innkast’, har fýra fólk skiftast at siga sína meining ella hugleiða um ymisk viðkomandi viðurskifti. Ein annar nýggjur teigur er frálæra. Byrjað verður í hesum blaðnum við eini undirvísingarrøð um ápostólsku trúarjáttanina. Annars vera eisini teigar sum bóka-, fløgu- og filmsummæli og spurnarkassi í blaðnum. Ein onnur broyting er, at Trúboðin fer at bera nógv fleiri tíðindi um, hvat hendir kring um okkara land innan tað andliga økið, serliga innan missión og kirkju.
Sum heilt verður Trúboðin eitt meir spennandi og lættari blað.
Trúboðin er blaðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, og kom út á fyrsta sinni í 1943. Umframt at hava trúfastar haldarar, verður blaðið eisini selt á sølustøðum kring landið.
Kelda: www.trubodin.fo