Mynd: Randi Ward
Troytið vakstrarmøguleikarnar í ferðavinnuni
Tað er tørvur á eini framsóknari ætlan fyri at skapa vøkstur í ferðavinnuni og harvið vaksa um inntøkur til landið og skapa fleiri nýggj áhugaverd arbeiðspláss.
Í ferðavinnuni liggur eitt ótroytt potentiali, sum kann stuðla væl uppundir búskaparvøkstur, men tað krevur, at vit politiskt taka ferðavinnuna í nógv størri álvara, enn vit hava gjørt seinastu árini.
Tað er tí týdningarmikið, at stig verða tikin til at fáa eitt vælvirkandi Ferðaráð, sum vinnan bakkar upp, nú Ferðaráð Føroya er endurstovnað og umsitingin av ferðavinnu flutt til Vinnumálaráðið
Nú má Ferðaráðið saman við Vinnumálaráðnum og ferðavinnuni til arbeiðis við at skipa seg soleiðis, at eindin gerst so arbeiðsfør sum gjørligt.
Uppgávan hjá einum aðalráðið og í hesum førinum Vinnumálaráðnum er at hava eftirlit við, at yvirskipaði politikkurin verður hildin, meðan Ferðaráðið saman við vinnuni skal marknaðarføra og menna ferðavinnutænastur í Føroyum.
Tað er tí umráðandi, at Ferðaráð Føroya verður skipað sum ein sjálvstøðug dynamisk eind undir Vinnumálaráðnum. Hendan dynamiska eindin skal síðani í tøttum samstarvi við vinnuna standa fyri felags marknaðarføring av Føroyum og lutvíst eisini fíggja hana. Neyðugt er somuleiðis, at eindin fær frælsi at gera langtíðarætlanir og avtalur. Dømi um hetta síggjast bæði í Danmark og Íslandi, og í Grønlandi. Grønland hevur eina skipan, har Greenland Tourism arbeiðir við eini kendari fíggjarætlan yvir trý ár.
Ferðavinnufelagið heldur, at tað hetta sama eigur at verða gjørt í Føroyum.
Les meira um sjónarmið felagsins í ársfrágreiðing felagsins frá 2011.
http://www.vinnuhusid.fo/Default.aspx?ID=3536&M=News&PID=3518&NewsID=569