Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Troyanska kortið hjá fólkaflokkinum

Tað er onki at ivast í, at Fólkaflokkurin eigur sín lut í, at hava skupmað Framsókn út av eggjuni longu áðrenn realitetssamráðingarnar byrjaðu. Tað má vera greitt fyri øllum, at hetta lá í kortunum, og at løgmaður als ikki er harmur um støðuna, tá hugsað verður hvat ætlanin er.

Ein veruleiki sýnist vera, at Fólkaflokkurin gongur við til, at tiðna blokkin upp. Harvið er tað staðfest, at flokkurin gongur í móti tí, sum annars var sagt at vera ein heilag kúgv hjá A-liðnum. Hetta er sostatt bara eitt prógv um, at Fólkaflokkurin í veruleikanum ongantíð hevur verið ein fullveldisflokkur, men bara ein flokkur, sum tænir sær og sínum, og hoppar frá einari bingo-kúlu á aðra, so sum lotið vendir.

Men hetta spæl hjá Fólkaflokkinum kann fara at vísa seg sera vandamikið fyri rekruteringina í framtíðini, og kann eisini vera við til, at Framsókn klárar at súgva mergin, og eisini, at magadraga Fólkaflokkin, sum ikki byggir á sonn liberal-politisk virðir, men heldur roynir seg sum politiskan meyruslúkara.

Løtuvinningurin hjá Fólkaflokkinum er Troyanska kortið, tí fólkaflokkurin hevur fyrr spælt væl saman við Bárði Nielsen. Tað var sagt um Bárð Nielsen, at hann hevði Óla Breckman, sum politiskan mentor, tá hann sat í landsstýrinum, og at teir báðir drógu eina línu við fíggjarpolitiskum tonkum.

Soleiðis vænta fleiri, at tað fer at eydnast Fólkaflokkinum at trumla Sambandsflokkin flatan í spurninginum um flatskattin, sum ongin sál veit hvat er fyri ein stødd.

Men Barður Nielsen er Troyanska kortið hjá Fólkaflokkinum.

Dan Klein, blaðstjóri