Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tróndur í Gøtu – hin gátuføri høvdingin

Dan Klein --- 24.07.2018 - 08:28

Tróndur í Gøtu er ein hin mest minniligi persónurin í fornbókmentum. Hann sigst hava verið fríður til útsjóndar, og úr góðum bergi var hann brotin; men hann var eisini snildur og tískil margtýddur, eins og mangir av hansara líkum í søgnum og bókmentum. Hann er torgreiddur bókmentapersónur, sum hevur fjøltáttaðan uppruna í ríkari frásagnarhevd. Fyrilesturin lýsir gerðir Tróndar og eisini serstaka frásagnarkynstrið, sum høvundurin nýtir til tess at geva lesaranum eina mynd av honum sum menniskja. Harumframt verða Tróndur og Føroyingasøga sett í samband við vaksandi vald Noregs í Norðurhøvum í trettandu øld og avleiðingarnar, tað hevði fyri norskmæltu samfeløgini í Grønlandi, Íslandi og Føroyum.

Fyrilestrarhaldari er Torfi H. Tulinius, professari við Háskóla Íslands. Hann er serfrøðingur í miðaldarbókmentum, bókmentafrøði og nútíðarbókmentum. Torfi var borin í heim í Reykjavík 1958, og tvey ára gamal flutti hann við foreldrum sínum til Føroya, tí faðir hansara tók við starvi sum lækni í Sandoy. Har dvaldu tey eitt ár.  

Torfi hevur skrivað ein repil av bókum og greinum, og eitt hitt fremsta avrik hansara man vera týðingin av Sverris søgu til franskt. Í vetur helt hann skeið við Endurmenntunarstofnun Háskóla Íslands um fornsøgurnar. Fleiri enn hundrað fólk vóru á hesum skeiðum, og var eitt teirra um Føroyingasøgu. Í tí sambandi var avgjørt at skipa fyri ferð til Føroya nú um ólavsvøkumundið til at vitja oyggjar og bygdir, sum koma fyri í Føroyingasøgu. Tey dvølja her í eina viku, og sjálvsagt ætla tey eisini at taka lut í fornu tingveitslu føroyinga, sum hildin verður á deyðadegi Ólavs halga Haraldssonar. Ólavur var nógv dýrkaður í Noregi og norskmæltu samfeløgunum í Norðurhøvum í miðøld. 

Fyrilesturin verður hildin í Miðstovu á Føroya Fólkaháskúla hóskvøldið 26. juli kl. 19.30.  

Eftir fyrilesturin býður Aðalkonsulát Íslands eitthvørt leskiligt. 

Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. 

Fyrilesturin verður fluttur á enskum.