Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Trøðin hjá Júst og Boðanesheimið

Jógvan Arge helt áhugaverda og væl fagnaða røðu um stóru trønna hjá Júst Sivertsen, tá veitsla var fyri arbeiðsfólkinum, sum hevði bygt Boðanesheimið, ið var liðugt fríggjadagin.

Tit vita kanska, at býráðsval verður fyrsta dagin. Ein av mínum uppgávum hevur verið at bera okkara framúrskarandi valskrá í húsini frá Tórgarðsgøtu og úteftir. Eg tók tað seinasta tørnið í morgun. Gekk mær fram við Strond og kom út til Boðanesheimið.

Har sá gott út, og har var lív í. Menn komu stunandi úr øllum ættum. Ongin vildi vera ov seinur, so bilarnir óku um hornini á tveimum hjólum. Tað var skilligt, at her var lítið út at geva. Parkeringsplássið var næstan fult, og niðri í fjøruni gekk eitt heilt lið av kannandi monnum.

Tað vísti seg, at ein gomul fótbóltsstjørna var á odda, og hann hevði ein gamlan danskan landsliðsspælara í hondbólti og fleiri hjá sær. Jú, hetta var eftirlitið, sum var komið at kanna sjóvarhitan og tað, sum har til hoyrdi. Um eg hevði sæð bunkaran niðri í fjøruni?

Nei, tað hevði eg ikki. “Hann mást tú síggja. Landsbyggifelagið hevur projekterað, og tí er hann líka sterkur sum alt fundamentið undir World Trade Center í New York”.

Eg sigi við teir, at tað er eisini neyðugt við góðum dimensjónum í sjóvarmálanum her, tí hetta er brimstrond, um nakað er. Jú, teir vistu væl, at móti briminum nyttaði ikki at seta upp verjur úr pinnabrenni. Teir høvdu ikki stundir at práta leingi. Dagurin var stuttur, men teir spurdu kortini, um røðan var liðug til í kvøld?

“Nei, so langt eri eg ikki komin enn, men hesin morgunfundurin verður ein partur av henni”. So hvurvu teir, og eg kleiv upp um hegnið at skoða bunkaran niðri í fjøruni.

Hann sá trivaligur út og hevði tað gott millum smáar tutlandi aldur, nakrar seyðir og eina rúgvu av dunnum. Bunkarin sjálvur, sum stendur eitt sindur upp úr í fjøruni, hevði longu staðið sína roynd í tí nógva briminum, sum var, og har hevði ongin høllur verið á.

Bilsjafførurin Júst Sivertsen

Boðanesheimið er bygt á trønni hjá Júst yviri við Strond. Øll havnarfólk vistu, hvar trøðin hjá Júst var. Bilsjafførurin Júst Sivertsen var ikki hvør sum helst. Hann var fyrsti maður í Føroyum, sum fekk sær bil og átti hann saman við einum øðrum.

Hetta var í 1922. Júst var tá 30 ára gamal, og síðani koyrdi hann bil restina av lívinum. Ójavnt var, hvussu nógv var at koyra, og tí hevði Júst stundir at røkja trønna eisini. Sjúrður, sonurin, veit at siga, at pápin tíðliga í tíðini fekk sær telefon á trønna, so hann kundi taka ímóti boðum, um onkur vildi hava hann at koyra ein túr.

Fólk í mínum aldri minnast Júst kanska best sum sjaffør á einum bláum Ford Taunus, sum var toppnummarið millum bilar í Føroyum eina tíð. Bilurin var modernaður, men maðurin var ein kontrastur. Hann gekk altíð í kvarðabuksum og húðaskom – og tað mundu vera fáir aðrir, sum gingu soleiðis klæddir tá. Men hábærsligur var hann, og turistarnir flokkaðust um hann.

Kommunan keypti trønna hjá Júst frá arvingum hansara. Hon kom væl við, tí nú var tørvurin á einum røktarheimi so stórur, at vit máttu fara undir tað. Tað var ikki verri, at arvingarnir vildu treyta søluna av, at kommunan brúkti trønna til røktarheim ella ellisheim. Ta treytina hava vit nú hildið.

Bretar bygdu elektrisitetsverk

Upprunaliga vóru Júst og pápi hansara um trønna. Hon var heilar 30.000 fermetrar, og við góðari hjálp hevði Júst velt hana alla, sum hon var. Sjúrður heldur, at hevði gamli vitað, at bygt varð á hansara velta bø, so hevði hann kanska vent sær í grøvini.

Familjan hjá Júst var á trønni bæði tíðliga og seint, og tey høvdu eisini eitt lítið hús á henni. Undir krígnum hertóku bretar eitt horn av henni. Har stendur betongbunkarin, sum sæst beint uttan fyri Boðanesheimið. Vit hava varðveitt hann eins og vit hava skyldu til.

Eingilskmenninir høvdu fleiri hervirkir her á leið. Nakað uttan fyri heimið var eitt sama slag betonghús við nógvum luftholum, men tað fór undir tey fyrstu húsini í grannalagnum. Í báðum høvdu verið elektricitetsverk, sum veittu streym til høvuðsstøðina hjá bretska hersetingarvaldinum uppi á Boðaneshamri. Hendan støð hevði avloyst Skansan sum høvuðsstøð fyri allar Føroyar.

Støðin var í tí gula húsinum hjá Knúti Skómakara, sum varð tikið niður fyri nøkrum árum síðani, áðrenn krígsfornminnini vórðu friðað.

Niðan frá elektritetsverkinum gekk ein løgin betongtrappa upp á slætt. Summi trin vóru 40 cm, onnur bara 10. Eingilskmenninir riggaðu sær eisini ein elevator upp móti berginum. Hann var úr rørum og varð brúktur til at lyfta betong upp at stoypa høvuðsstøðina við.

Antonia úr Italia

Síðst í 1940unum kom ein genta úr Italia til Føroya. Systir Júst, sum var sjúkrasystir niðri á meginlandinum, hevði tikið hana til sín, tí hon hevði ongan góðan eftir seinna heimsbardaga. Pápin var vist serbiskur diplomatur og mamman italsk. Tey vóru farin hvør til sítt, og mamman hevði ikki umstøður at taka sær av gentuni.

Sigrid, systir Júst, tók gentuna til sín og fór heim til Føroya við henni. Her var hon til fosturs hjá eini aðrari systir, Mariu á Støðini, sum búði í sama húsi sum Júst á Bakkahellu.

Ein dagin fyri eini 10 árum síðani vildi ein australsk kvinna hitta meg í útvarpinum, Hon æt Antonia Stevenson. Hon skuldi skriva bók um Føroyar og vildi spyrja meg um ymiskt.

Eg helt meg bera kenslu á andlitið, men fimmoyrað fall ikki, fyrrenn hon segði, at hon var uppvaksin í Føroyum. Tá visti eg beinanvegin, at hetta var tann svarthærda gentan, sum vit róptu Antoinett, og sum hevði spælt Maria moy í einum jólaleiki hjá nonnunum, har eg var seyðamaður.

Hon fór so at fortelja. Tað var sjálvandi nakað serligt at vera endað í Føroyum. Maria ansaði eisini so sera væl eftir sær, mestsum ov væl kanska. Men nógvar góðar løtur vóru – ikki minst á trønni úti við Strond. Antoinett nýtti at vera har úti hvørt summar, antin tað bara var at stytta sær stundir, geva seyðinum ella at hoyggja.

Umleið hálvvaksin fór Antoinett av landinum til mammu sína, og tær búsettust í Australia, har Antoinett býr enn.

Frístaðurin á Boðanesi

Eg fari at ynskja tykkum øllum somlum til lukku við Boðanesheiminum, sum er eitt væl úr hondum greitt valaverk til tíðina og fyri tann avtalaða kostnaðin. Tit, sum hava framt verkið, eiga heiður fyri tað.

Tá bókin “A Faroese Child” kom út, umrøddi Antoinett júst hesa trønna sum eitt veruligt frístað hjá sær í Føroyum og prentaði onkrar myndir av traðarhugnanum.

Hvat vildi eg so við søgunum um Júst Sivertsen og Antoinett Stevenson?

Jú, hóast vit hava havt bæði frið og kríggj, góðveður og ódnarstormar, meðan trøðin hevur verið velt og brúkt, so var trøðin hjá Júst altíð eitt frístað fyri tey, sum áttu hana og høvdu tilknýti til hennara.

Í dag er trøðin hjá Júst aftur eitt frístað, men nú verður tað hjá eldri fólkum í Tórshavnar kommunu, sum hava brúk fyri røkt og kønum hondum. Teimum bjóða vit nú vælkomnum - samstundis sum vit rópa hurrá fyri Boðanesheiminum!

Jógvan Arge, býráðslimur.

---