Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini sæst ein av hundaentusiastunum, Bogi Simonsen, á trøðni í Havnardali. Hundurin Zia er ein 10 mánaðar gamal enskur mastiff.

TRØÐ Í HAVNARDALI LATIN HUNDAEIGARUM

Leygardagin kl 14. verður ein stór trøð í Havnardali latin hundaeigarum at brúka til venjingar og sosial átøk.

- Tað er soleiðis, at vit í kommununi royna at skapa trivnað fyri øll, og at skapa karmar fyri øll, eisini fyri til dømis bátaeigarar, fólk, ið hava traðir og nú eisini hundaeigarar. Hundaeigararnir hava í áravís leitað eftir einum egnaðum felagsøki til venjingar og onnur sosial átøk, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Nú hava so hundaeigararnir fingið loyvi at brúka eina trøð í Havnardali, sum kommunan eigur. Talan er um at fáa brúksrætt undir skipaðum viðurskiftum. Feløgini umsita økið eftir nærri avtalu - hugsast má um, at í økinum eru bæði hestar, seyður, gæs og dunnur, sum atlit mugu takast til.

- Kommunan fer at gera ymiskt á økinum, eitt nú at seta upp benkur og borð, ruskíløt og at skelta. Økið letur so upp nú leygardagin tann 13. apríl kl 14, har ein lítil móttøka verður, har allir hundar og hundaeigarar eru vælkomnir, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.