Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Trø verða flutt so tey prýða býin

- Tá ið vegagerðir gera tað neyðugt at taka trø burtur, gera vit okkara ítarsta at varðveita hesi í býnum við at flyta tey á onnur støð, har tey kunnu verða til prýði, sigur Hans Hjalti Skaale, býargartnari.

Tað kemur meir enn so fyri, at trø mugu víkja fyri broytingum av vegakervinum í býnum, og tá eru boð eftir býargartnaranum, Hans Hjalta Skaale, og hansara fólkum, at koma prýðiliga vøkstrinum til bjargingar.

Nøkur dømi eru um hetta seinastu árini, og tíbetur eru fleiri av hesum væl eydnaðar, við tað at fluttu trøini hava fest røtur í nýggja umhvørvinum.

Í sambandi við leingingina av vegnum "Stangaskákið", har nøkur sethús og Lítla Beding fingu betraða vegatkomu, var ein avleiðing, at nøkur trø máttu víkja fyri vegnum. Her legði Tekniska Nevnd stóran dent á at varðveita flest møgulig av teimum trøum, ið blivu rakt av hesari vegagerð.

Vegadeildin, ið stóð fyri hesum vegarbeiðnum, heitti tá á býargartnaran um at taka sær av málinum, og úrslitið gjørdist, at nøkur av trøunum vórðu flutt á onnur pláss í býnum.

- Tað lat seg ikki gera at bjarga øllum vøkstrinum, so okkurt træ mátti fellast, men tíbetur eydnaðist at flyta fleiri á onnur støð í býnum, upplýsir Hans Hjalti Skaale, býargartnari.

- Tað hevur nú í nógv ár verið politikkur býráðsins, at gera fleiri grøn øki í býnum, og ein partur av hesum er eisini at varðveita verandi vøkstur. Hetta tiltakið er í tráð við tann politikkin, at tá ið vegagerðir gera tað neyðugt at taka trø burtur, gera vit okkara ítarsta at varðveita hesi í býnum við at flyta tey á onnur støð, har tey kunnu verða til prýði.

- Í hesum førinum varð millum annað eitt træ flutt niðan ímóti Stangarvegnum, og eitt annað varð flutt niðan til Skúlan við Ósánna, har tað nú stendur væl norðan fyri skjøldur skúlans, sigur Hans Hjalti Skaale, býargartnari.

Kelda: www.klaksvik.fo