Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen, NN og NN.

TRIVNAÐURIN ER Í HÁSÆTI

- Skúlin hevur prógvað, at hann livir upp til visjónina um at vera skúli fyri øll, og at tilboðini skulu fevna um allar aldursbólkar og sosialar bólkar. Slíkt skapar vælvild. Og tí kemur skúlin uttan nakran iva eisini at fáa stóra politiska vælvild í framtíðini.

Soleiðis segði Heðin Mortensen millum annað, tá ið hann setti árligu framsýningina hjá Tórshavnar kvøld- ungdóms- og listaskúla í Eysturskúlanum seinnapartin í dag. Framsýningin í ár er serlig, tí liðin eru 40 ár, síðani skipað varð fyri fyrstu framsýningini. 

Her er røðan, sum borgarstjórin bar fram í Eysturskúlanum:

Vit síggja hvørt ár í spenningi fram til at síggja fjølbroyttu avrikini, tit sýna fram.

Tað er í grundini ótrúligt, at vit kunnu hava eina framsýning, har ikki færri enn 856 næmingar og 40 lærugreinir eru umboðaðar. Tað er torført bara at ímynda sær, at 856 fólk eru saman um eina framsýning!! Í fjør høvdu tit ikki færri enn 6.000 gestir til framsýningina, sum má metast at vera heilt einastandandi.

Kvøldskúlin hevur í dag 2555 næmingar og 137 lærarar, sum undirvísa á 30 ymsum støðum. Summi fak fáa størri undirtøku enn onnur - vit hoyra nú, at ikki færri enn 120 næmingar læra at seyma føroysk klæðir - tað boðar ikki bara frá góðum til ólavsøkuna, men bendir eisini á, at hetta fræga tjóðareyðkenni okkara hevur vunnið hevd og trívist millum ung sum gomul! 

Kvøldskúlin er í dag ikki bara kvøldskúli - hann er eisini dagskúli. Fyrr var tað helst soleiðis, at pensjónistarnir vóru í fleirtali til undirvísing á Kvøldskúlanum. So er ikki í dag. Í dag umboða pensjónistarnir minsta partin, meðan t.d. ung undir 20 ár telja heili 26%. 

Fyrsta framsýningin hjá Kvøldskúlanum var í Kommunuskúlanum í 1975. Vit, sum minnast hetta, kunnu fegnast um stóru framgongdina. Samstundis kunnu vit politikarar fegnast um, hvussu avbera væl pengarnir til Kvøldskúlan verða brúktir.

Kvøldskúlin er í dag í stóran mun ein skeiðsdepil. Nakað av tí seinasta, sum hevur glett okkum í kommununi avbera nógv, er føroysktfrálæran til okkara nýggju borgarar úr øðrum londum. Tað er í sjálvum sær heilt einastandandi at síggja, hvussu stóran týdning hetta hevur fyri trivnaðin og møguleikan hjá hesum borgarum at integrera seg í samfelagið og fáa møguleikar á arbeiðsmarknaðinum. Tey vilja gerast virknir og luttakandi partar av samfelagnum, og vit sum samfelag hava eisini brúk fyri teirra førleikum. Kvøldskúlin lyftir tí við hesum eina sera týðandi samfelagsuppgávu.

Eg havi altíð hildið, at tilboðini til tvey ættarlið eru nakað heilt serstakt – hetta, at fólk við skiftandi arbeiðstíðum og t.d. sjómenn fáa høvið at brúka tilboðini á skúlanum. 

Fyri einum trimum árum skemtaði eg við, at tað var hugaligt við útbúgvingartilboðum, sum røkka yvir um ættarliðini, hetta at móðir og dóttur ella t.d. abbi og abbasonur kunnu vera felags um okkurt, sum var vanligt fyrr. Eg helt, at hetta var ein win-win-støða, tí givið er, at abbi veit nógv – men abbasonurin er ofta tøkniliga meira framkomin og kundi kanska lært abban okkurt!

Eg skal slett ikki taka mær heiðurin av hesum, men tað tykist mær, at Kvøldskúlin kortini hevur tikið meg uppá orðið, nú eg hoyri, at eitt tað nýggjasta fakið komandi heyst eitur "Við abba á floti!" ** Har verði eg næstan noyddur til at melda til sjálvur! 

Tit hava funnið uppá so nógv spennandi, t.d. motorlæru fyri bátafólk, stjørnufrøði, arkitektur, smíð, bommframleiðslu og matgerð, ymsa fjølbroytta list, umframt tónleik, mállæru og ymiskt skeiðvirksemi. 

Øll hava áhuga at víðka sín sjónarring. Flestu hava eisini áhuga í sosialari samveru og at betra sín førleika í ymsum, sum kann gera teimum gerandisdagin lættari. Og so eru tað tey mongu, vit síggja blóma sum rættilig listarfólk, gávur, ið ofta vóru goymdar, um tey ikki fingu møguleikan á Kvøldskúlanum.

Eg nevndi, at undirvíst hevur verið á 30 støðum. Tí er skilligt, at ynskidreymur tykkara er, at fáa tað mesta í eina savnandi eind, har møguleikarnir fyri øktum virksemi við serskeiðum og opnum verkstøðum eru góðir. Hetta arbeiðið er nú farið í gongd, fyrst við gamla Einers Prent og nú við gomlu sjónvarpsbygningunum, sum tilsamans fer at verða ein depil hjá kvøldskúlanum. 

Góðu tit – hetta er sum sagt ein hátíðardagur. Ein fastur táttur í ríka mentanarlívinum í Havn, kvøldskúlaframsýningin, hevur 40 ár á baki. Framsýningin er vaksin øll árini, og øll tekin eru um, at hon komandi árini fer at vaksa seg enn størri. 

Sum býráðspolitikari havi eg verið so heppin at hava kunna fylt við hesi menning. Framsýningin eins og Kvøldskúlin er nakað, sum vit á Ráðhúsinum eru stolt av, og tað veit eg, at allir havnarborgarar eisini eru. 

Við hesum orðum seti eg árligu framsýningina hjá Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla 2015, og hjartaliga takk fyri allar framsýningarnar, sum Kvøldskúlin hevur staðið fyri nú í fjøruti ár.

--- --- --- 

Aftaná røðuna var tónleikur á skránni og framsýning við føroyskum klæðum.

Framsýningin heldur fram í morgin millum kl. 14-19. 

Frásøgumaður báðar dagarnar er Arne Thorsteinsson.