Trivnaðarkanning í Eysturkommunu
Greiðar ábendingar eru um, at borgarar í Eysturkommunu bæði ivast, hvørt ein samanlegging eigur at verða framd, ella hvørja kommunu leggjast skal saman við. Hetta kemur millum annað undan kavi í umfatandi trivnaðarkanning.
Í november 2011 varð stór og umfatandi trivnaðarkaning gjørd í Eysturkommunu. Stívliga 600 fólk fingu spurnablað sendandi, og góð 60% svaraðu. Tað er Lóður, ið hevur staðið fyri kanningararbeiðinum fyri Eysturkommunu. Endamálið við kanningini var at kanna hvørja fatan borgarin hevur og hvussu fólk trívast og støðast í kommununi. Hetta er eisini ein háttur at betra samskiftið millum borgara og kommunu, og harvið betra sum heild um avgerðargrundarlagið hjá kommununi.
Kanningin er deild á tvey høvuðsøki
• Yvirskipað nøgdsemi og trivnaður
• Kommunusamanlegging
Í kanningini sæst millum annað, at stóru kommunalu tænasturnar, ið fylla mest á fíggjarætlanini hjá kommununi, hava eitt rættiliga høgt nøgdsemi. Bæði barnaansingin, eldraøkið og kommunalir fysiskir karmar, eru væl umtóktir millum borgararnar. Tó má sigast, at borgarin greitt gevur til kennar, at kommunan eigur í størri mun, at fíggjarliga raðfesta tilboð til børn og ung.
Meðan tey traditionellu kommunalu økini klára seg væl, so eru úrslitini eitt sindur lækari, á teimum meira ”bleytu” økjunum. Her síggja vit øki so sum; mentan, uppliving, felagslív, handilslív og samskifti millum kommunu og borgara. Samstundis sum hesi øki fáa eitt heldur verri úrslit, so vísir greiningin av kanningini, at tað eru júst hesi øki, sum í størri mun skapa trivnaðin í kommununi. Greiningin vísir eisini, at úrslitini hjá hesum somu ”bleytu” økjum, hava sína ávirkan á eina møguliga fráflyting (loyalitet) – serliga á tann yngra partin av borgarunum.** Sjálvt um kommunan væl megnar at veita tær grundleggjandi tænasturnar, so síggja vit eina stóra frástøðu millum borgaran og kommununa. Hetta sæst serliga við at umsitingin fær eitt skot fyri bógvin. Í stóran mun halda borgararnir, at umsitingin eru ov dýr og átti at verið betri rikin - tað tykist greitt, at fjarstøðan millum umsiting og borgaran er størri enn ynskiligt. Hetta kundi eitt betri samskiftið bøtt munandi um.
Í kanningini sæst eisini greitt, at Eysturkommuna er ein ung kommunueind. Borgararnir tykjast at hava eitt sindur trupult við nágreiniliga at vita, hvat teir skulu vænta sær av kommununi. Hetta bendir tann stóra spjaðingin í svarinum hjá fólki á. Í millum borgararnar er als ikki semja um metingina av ymsu viðurskiftinum í kommununi. Henda spjaðing skyldast ikki, at fólk í báðum teimum gomlu kommununum hava hvør sína fatan, men heldur eru tað aðrir demografiskir faktorar ið her eru avgerðandi.
Trivnaðarkanningin spurdi eisini, hvørja meining borgararnir hava um kommunusamanlegging. Dúgliga verður tosað um, at savna kommunur í størri eindir, men tað er ógvuliga avmarkað, hvør vitan er um, hvat konkret borgarin væntar av fyrimunum við einari samanlegging. Greiðar ábendingar eru um, at borgarar í Eysturkommunu bæði ivast, hvørt ein samanlegging eigur at verða framd ella hvørja kommunu leggjast skal saman við.
Úrslitið vísir hesa samlaðu mynd:
• Fyri einum ella øðrum formið av kommunusamanlegging - 55%
• Ímóti kommunusamanlegging - 30%
• Veit ikki - 15%
Hyggja vit eftir teimum einstøku valmøguleikunum á myndini til høgru, so er millum tey spurdu, ein lítil meiriluti fyri at verða verandi sum sjálvstøðug kommuna (30%), men parturin, sum helst vil leggja saman við Fuglafjarðar kommunu, er næstan líka stórur (29%). Ein eitt sindur minni partur (20%) ynskir at leggja kommununa saman við øllum kommununum í Eysturoynni. 6% ynskja ein annan møguleika viðvíkjandi kommunusamanlegging – her er tað serliga ein samanlegging við Klaksvíkar kommunu, ið er væl umboðað.
Men kanska tað mest áhugaverda í kanningini er, at ein stórur partur av borgarunum hava trupult við at greina, hvørjir fyrimunir eru við einari samanlegging. Á leið triðji hvør svarar “veit ikki”, til flest allar spurningarnar um teirra metan av fyrimunum og vansum við samanlegging, við aðra kommunu.
Borgararnir fingu eisini høvi at gera viðmerkingar í kanningini. Inn eru komnar ein rúgva av viðmerkingum, sum snúgva seg um alt frá ferðslu og leysgangandi hundum, til mentanarligar ábøtur og ynski. Alt í alt, ein umfatandi og sigandi kanning.
Kelda: www.eysturkommuna.fo