Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Trivnaðarkanning í Eysturkommunu 17. november 2011

Í hesum døgum skipar Eysturkommuna saman við Lóður fyri stórari trivnaðarkanning. Umleið helvtin at øllum borgarum eldri enn 15 ár í Eysturkommunu hava fingið spurnarblað útflýggjað. Kommunan vil fegin fáa afturmeldingar og ábendingar frá borgarunum um nøgdsemi og trivnað í kommununi.

Eisini verður borgarin spurdur um møguligar kommunusamanleggingar í framtíðini. Spurt verður um Eysturkommuna skal leggja saman við aðrari kommunu. Eisini verður spurt um, hvørjar fyrimunir ella vansar borgarin sær við kommunusamanleggingum.

Fyri Eysturkommunu hevur tað stóran týdning at vita, hvussu borgarar trívast og støðast. Samstundis er umráðandi fyri kommuna at vita, hvørjar áskoðanir og hvørja støðu fólk hava til tær tænastur og teir karmar, ið kommunan veitir. Endamálið er at styrkja avgerðargrundarlagið og ikki minst at styrkja samskiftið millum kommununa og borgarar.

Eysturkommun heitir á allar borgarar, ið hava fingið spurnarblað, um at svara uppá spurninganar. Verður svara á papírsútgávuni, so skal spurnarblaðið sendast aftur í brævbjálvanum, ið fylgdi við spurnarblaðnum.

Kelda: www.eysturkommuna.fo