Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Trivnaðarátak í Sjóvar kommunu

Sjóvar kommuna vil fegin gera sítt til, at trivnaðurin í kommununi er góður.

Tí hevur kommunustýrið samtykt, at lítlisalur í bygdahúsinum kann brúkast til ymisk tiltøk eitt kvøld um vikuna.

Nú hevur tú møguleika at gera títt til!

Kundi tú hugsað tær at skipa fyri onkrum áhugaverdum almennum tiltaki, so kanst tú læna lítlasal í bygdahúsinum frá kl. 18:00

Møguleikarnir eru nógvir, t.d.:

• Bindiklubbakvøld

• Bygdaquiz

• Fyrilestrar

• Framløgur

• Kjakfundir

• Spælikvøld

• Hugnakvøld

• Sangløtur

• Afturhvarv – meg minnist

Ella okkurt heilt annað. Einasta treyt er, at tiltakið er alment og ókeypis

Ring til Sjóvar kommunu – tlf. 47 27 27, og bílegg hølið