Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tríparta samstarv í summum málum

Eru summir spurningar so týðandi fyri alt samfelagið, at fíggjarmálaráðið skal sita við borðið, tá fakfeløg og arbeiðsgevarar samráðast? Hetta verður nevnt trípartasamráðingar.

Í grannalondum okkara verða trípartasamráðingar brúktar um summi stór øki, ið raka breitt og sum hava stórar broytingar við sær.

Starvsmannafelagið heldur, at tríparta samstarv er vert at royna í Føroyum, og spurningurin varð lagdur fyri flokkarnar, sum tóku lut í formansumfarinum eftir aðalfundin hjá felagnum um dagarnar.

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum vísti ikki aftur, at trípartasamstarv er eitt gott hugskot, men tað skal vera frá máli til mál. Fólkafloksformaðurin helt, at skattaviðurskifti vóru eitt evni, sum høvdu hóska til trípartasamráðingar.

Eisini Jóhan Dahl, helt tað verða eitt hugskot at hava trípartasamráðingar um onkur serlig mál. Hann nevndi ALS og barsilsskipanina.

- Tað er heilt grundleggjandi fyri at arbeiðsmarknaðurin skal fungera optimalt, at samstarv er millum tað almenna og partarnar á arbeiðsmarknaðinum, segði Aksel Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

Høgni Hoydal ávaraði móti, at landið var ov tætt knýtt at teimum avtalum, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum gjørdu, men tók kortini undir við, at teir tríggir partarnir á summum økjum settu seg saman. Hann nevndi pensjónsviðurskifti, lívstrygging, eftirútbúgving og arbeiðsumhvørvi.