Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tríggjar bøkur komnar út

Forlagið Gwendalyn

Einsamøll í lítlu Dímun, psykologisk og surrealistisk føroysk samtíðarlig krimimenningarskaldsøga, sum gongur fyri seg í Føroyum og er um eitt drama upp á lív og deyð millum trý fólk. Hetta er fyrsta skaldsøga eftir mannligan føroyskan høvund, ið fegin vil vera dulnevndur í fyrstu syftu. Forlagið dugdi at síggja ómetalig innlivingarevnir í persónar, forvitnisligan bygnað og ríkt hugflog og gevur tí bókina út. 185 síður, kostar 120 kr.

Tvær upanisjadur, tveir vísindaligir og filosofiskir tekstir úr gamla India við yvir 200 fótnotum. Upanisjadurnar eru savn av tekstum, ið umrøða øll lívsins viðurskifti. Eisini eru teir í støðum sera undirhaldandi lesnaður og koma í nánd av allarbesta skaldskapi. Hesar báðar upanisjadur eita Isa og Brihadaranjaka og eru av teimum kendastu og elstu upanisjadunum. 147 síður, kostar 120 kr.

Leiftrandi lotusblóma - 162 heikur, eitt fitt lítið savn við dýrgripum av haiku-yrkingalist úr gamla Japan. Heikuyrkingalistin hevur verið sera vælumtókt í vesturheiminum í langa tíð, men hon tók seg upp í Japan, kanska longu í árinum 600. Klassisku japonsku heikuyrkjararnir Basjo, Issa, Buson og Sjiki eru allir við í hesum lítla úrvali á føroyskum, umframt onnur heikuskald úr Japan. 66 síður, kostar 80 kr.

Hesar tríggjar bøkur eru at fáa til keyps í HNJ bókhandli, Rit&Rák og á Bókamiðsøluni.

Hoyr meg tosa um tær í útvarpinum her:

http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/06/25/juli-koma-trggjar-bkur-fr-agnar-artrvertin#.VenWxBF_NBd