Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tríggjar avtalur um sáttmálaviðurskiftini í Eldra -og heimatænastuni undirskrivaðar

Kommunurnar hava, sum kunnugt, yvirtikið eldraøkið 1. januar 2015, og í tí sambandi skipaði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í dag fyri einum fundi saman við fakfeløgunum, sum umboða starvsfólkini, ið starvast í Eldra -og heimatænastuni.  

Samráðingar hava verið millum hesi fakfeløgini og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í heyst, og arbeiðið hevur gingið væl. 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur boðað feløgunum frá, hvussu felagið frameftir ynskir at skipa sáttmálaviðurskiftini, og hevur umrøtt hesi viðurskifti á fundinum í dag.

Í onkrum føri hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið avtalað við feløgini at fylgja tí til eina og hvørja tíð galdandi sáttmála, sum tey hava við Fíggjarmálaráðið. Í øðrum føri er avtalað at fylgja teimum nevndu galdandi sáttmálum millum fakfeløgini og Fíggjarmálaráðið, men saman við eini serstakari avtalu, sum m.a. heimilar fakfelagnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum at viðgera størv og flokkingar á kommunala sáttmálaøkinum.

Harumframt er Kommunala Arbeiðsgevarafelagið saman við øðrum fakfeløgum í holt við at gera sjálvstøðugar sáttmálar, og tað arbeiðið er komið væl áleiðis. 

Tey trý fakfeløgini, ið hava skriva undir avtalu við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í dag eru: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Fysioterapeutfelag Føroya og Ergoterapeutfelagið.