Tríggir vinmenn egndu seg til eitt fýramannafar í part
Perla: Í dag eru teir um 45 ára aldur. Allir hava hvør á sínum øki havt framgongd, og sagt verður, at teir koma frá familjum, sum ongantíð manglaðu nakað. Grein í Oyggjatíðindum 7. juli 2006.
Teir eru uppvaksnir við gullskeið í munninum og eini vøggu við bleytum milliónum í madrassuni, verður eisini sagt.
Hvat ólukkan er tað, sum annars bindir hesar tríggjar persónarnar saman, burtursæð frá, at teir eru vaksnir upp í Brøðrasamkomuni?
Oyggjatíðindi kann í dag avdúka, at tað, sum hesir tríggir annars hava til felags frá barnaárunum er minni um eitt fýramannafar, sum hvør í sínum lagi ognaði sær, sum smádreingir.
Í samfull trý ár egndu teir fyri at gerast eigarar av hesum ediliga føroyska farinum.
Men, sigur Sámal Jacobsen, flennandi, Gunnar í Liða, var tó ikki einsamallur um sín bát. Hann hevði tveir aðrar beiggjar at hjálpa sær.
Teir valdu sær eisini ein glasfibur-bát úr Kaldbak, meðan Sámal og Jákup á Dul Jacobsen, valdu sær træbátin.
- Sámal minnist, at hetta var stuttlig tíð, men eisini ein strævin tíð. Hann sigur, at hjá teimum var ikki talingur um bara at peika og fáa, soleiðis sum kanska nógv hugsa um teir í dag.
Sámal minnist, at hann var ein kvikur egnari, og onkustaðnar kann man siga, at hetta kynstur onkusvegna er hildið í hevd.
Sámal Jacobsen fór í fótasporinum hjá pápanum, og gjørdist skipari og fiskiklógv, og eigur í dag sínar egnu milliónir í madrassuni.
Men Jákup á Dul Jacobsen, gjørdist eisini skipsførari, og hevði hugin til sjógvin, men handilsvinnan, sum foreldrini bæði vóru í, dróg sonin í land aftur.
Í dag eigur hann sínar egnu milliardir í madrassuni við m.a. at selja gásafjarðar í dýnum o.m.a.
Hvussu nógvar pengar, Gunnar í Liða eigur, vita vit ikki, men hann stýrir milliardunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Jákup Jacobsen, megnaði at egna við amerikanskum risa-prosjekti, og Liða beit á. Hann liggur so á milliónunum hjá føroysku tryggingartakarunum.