Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tríggir starvsdagar á Bennistøðini

Otto Jensen 40 ár og Jóann av Reyni og Jóhan Carl Dam 25 ár hvør. Hesir starvsdagar vórðu hildnir fríggjadagin, tá bæði stjórin, Bárður Michelsen, Ingibjørg Berg, kommunustjóri, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, hátíðarhildu dagin saman við øðrum starvsfeløgum. Borgarstjórin helt talu fyri teimum trimum.

Otto Jensen hevur starvast hjá kommununi í 40 ár. Hann byrjaði sum maskinførari í 1972, var fyri tað mesta í grótbrotinum og okkurt skiftið í havnardali, har hann koyrdi dozara. Nakað eftir at kommunan yvirtók tyrvingarplássi fór Ottu at arbeiða har, og har hevur hann arbeitt síðan, seinastu tvey árini sum formaður.

Otto er tiltikin fyri góðan røkiskap og er B36’ari um ein háls. Ofta sæst hann ganga ella koyra túrar við familjuhundium, og hvørt ár er hann at síggja svingandi á dansigólvinum umborð á Norrønu, tá árligi harmonikutúrurin er fyri.

Jóann av Reyni hevur starvast hjá kommununi í 25 ár. Tað vil siga, at hann hevur verið við heilt frá byrjan av á Brennistøðini. Hann er ímyndin av arbeiðsplássinum og tann, sum kennir allar detaljurnar – sigst at ongin tøkniligur trupulleiki sleppur framvið honum uttan at verða loystur!

Og fyri Jóann er tað líkamikið, sum tað er á miðjari nátt ella eitt leygarkvøld. Jóann er álitismaður í øllum lutum og leggur nógv fyri fyri at fáa tingini at koyra, so nógv, at onnur ikki tora annað enn at hyggja burtur, tá hann hongur í leysari luft onkustaðni sum ein annar unglingi við skrúvublaðnum í eini hond og lyklaskemanum í hinari.

Tað er bara í einum føri, at tað er torført at fáa Jóann til arbeiðis – tað er tá tað eru grindaboð. Tí hann er sera íðin grindamaður og dámar væl at fáast við bát og alt, sum hevur við sjógv at gera.** Jóhan Carl Dam hevur starvast á ymsum økjum hjá kommununi síaðn 1986, t.v.s. eisini í 25 ár. Hann hevur arbeitt á stadionøkinum og á vegdeildini, til hann kom á tyrvingarplássið í 2007. Hann er eisini kendur fyri góðan røkiskap.

Jóhan Carl er trygdarumboð á arbeiðsplássinum og álitismaður fyri summar deildir hjá kommununi. Hann er virkin í fakfelagsarbeiði og næstformaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Privat hevur hann sera stóran áhuga fyri fótbólti og er íðin HB’ari, og hevur áður í mong ár verið fótbóltsdómari.