Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Træbryggjan frammanvert Kongabrúnna liðug

- Vegna havnanevndina ynski eg eisini til lukku við hesi nýggju træbrúnni frammanfyri Kongabrúnna. Soleiðis byrjaði Jákup Símun Simonsen formaður í havnanevndini røðu síni, tá nýggju træbrúgvarnar við Kongabrúnna vórðu tiknar í nýtslu. "Træbryggjan frammanvert Kongabrúnna liðug

Góðan dag góðu áhoyrarar! Vegna havnanevndina ynski eg eisini til lukku við hesi nýggju træbrúnni frammanfyri Kongabrúnna. Í longri tíð hevur býráðið arbeitt við menningin viðvíkjandi sjálvari havnini og býnum, soleiðis at tað skal vera so lagaligt og høgligt sum gjørligt ímillum vinnuhavnina, vitjanirnar av ferðafólkum, sum koma av ferðafólkaskipum, smábátahavnina, býin og mentunarlívið.

Tað skal vera pláss fyri øllum her í havnini, tí tað er júst tað, sum ger havnina so serstaka og áhugaverda. Eitt virkið vinnulív á havnalagnum bæði eystanfyri og vestanfyri, hugnaligar smábátahavnir, mentunarlív, matstovuvirksemi og sjálv býarkjarnan.

Tórshavnar havn arbeiðir eisini miðvíst við reinføri, og at alt er reint, nossligt og ruddiligt á havnalagnum. Eisini hevur verið arbeitt miðvíst ígjøgnum nøkur ár at fáa leitt kloakkir og annað burtur úr sjálvari havnini. Í seinasta mánaða varð arbeiðið viðvíkjandi kloakkini á Vestaru bryggju liðugt, har frárenslið nú verður leitt út uttanvert Álaker á djúpri vatn.

Fyri tveimum mánaðum síðani varð bryggjan og nýggju bátaplássini liðug úti í Bakka. Eitt snotuligt arbeiði, sum gleðir okkum øll.

Í dag er hendan træbryggjan á Kongabrúnni liðug. Eisini eitt snotuligt verk, har fólk kunnu sessat og støðast og njóta eina løtu.

Tá havnanevndin varð biðin um, at vera ein partur av hesum arbeiði, so varð eisini hugsað um okkara føroyska bátasmíð. Avgerð varð tikin um at leggja føroyskar bátar frammanfyri brúnna, soleiðis at vit føroyingar kunnu njóta okkara vakra og aldargamla byggisið á hesum øki. Og ikki minst fyri útlendska ferðamannin, ið rennir seg beint í bátarnar – ikki á einum savni, men flótandi her á vágni.

Fari vegna havnanevndina at ynskja til lukku við Bryggjuni úti í Bakka hinumegin Reynið, og nú hesa træbrúnna frammavert Kongabrúnna – hetta prýðir enn meira um ein vakran høvuðsstað."