Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Traðirnar tiknar frá fólki og lagdar afturat festunum

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur sett munnligan fyrispurning til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, viðvíkjandi festijørð.

Landstýrismaðurin hevur fráboðað, at hann hevur ætlanir um at selja burtur av festijørð.

1. Hevur landstýrismaðurin undirtøku fyri sínum ætlanum um at selja festijørð, og nær kann væntast, at lógaruppskotið kemur í Løgtingið?

2. Fáa traðarfólk, sum sita við traðum, sum eru innlagdar eftir eldri lógum, og sum eru veltar, møguleikan fyri at keypa hesar traðir fyri ein rímiligan pening?

Viðmerkingar

Endamálið við teimum gomlu traðarlógunum var, at traðirnar skuldu veltast og síðani latast traðarfólkinum fyri ein lagaligan prís. Í veruleikanum fingu hesi fólk traðirnar afturfyri at hava skapt virðini. Lógin um landsjørð varð broytt í 1980’unum, uttan at nakar gáaði eftir, hvat fór at henda við traðunum.

Tá var ynskiligt, at tær gomlu reglurnar vóru galdandi fyri tær longu innløgdu treytirnar. Áðurnevnda fyrisiting hjá Jarðarráðnum/Búnaðarstovuni hevur, síðani lógin bleiv broytt, ikki viljað selt fólki traðirnar og heldur ikki leiga tær út aftur. Í staðin eru traðirnar tiknar frá fólki og lagdar afturat festunum.

Á Løgtingi, 10. september 2013

Kári P. Højgaard