Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Toskur og hýsa støðugt minkandi partur í feskfiskaveiðuni

Eftir avreiðingartølunum fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár er feskfiskaveiðan økt við 13% í nøgd og 6% í virði, samanborið við somu mánaðir í fjør. Her skal havast í huga, at stórur partur av flotanum var óvirkin stóran part av hesum tíðarskeiði í fjør.

Triggir fjórðingar av feskfiskaveiðuni er toskur, hýsa, upsi o.a. botnfiskur. Her er nøgdin samanlagt økt við 8% og virði við 7%. Men tað gongur sera ymiskan veg í hesum høvuðsbólkinum, har tað framhaldandi er stór afturgongd í toska- og hýsuveiðuni, meðan vøksturin verður borin av upsanum og hinum botnfiskinum.

Av hinum fiskasløgunum er vøksturin serliga í svartkalva, gullaksi og skeljadjórum.

Sí talvu.

Kelda: Hagstovan