Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Toskakvotan á Flemish Kap verður hækkað

Ársfundurin í NAFO endaði fríggjadagin 21. september. Í ár varð fundurin hildin í Sankta Pætursborg í Russlandi. Embætisfólk úr Fiskimálaráðnum og Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni luttóku vegna Føroyar.

Northwest Atlantic Fisheries Organization (NAFO) er millumlanda felagsskapur fyri samstarv um fiskiskap í altjóða sjógvi í útnyrðingspartinum av Atlantshavinum. í NAFO økinum er tað serstakliga toskafiskiskapur á Flemish Kap og rækjufiskiskapur á Flemish Kap og Grand Bank, sum hevur týdning fyri Føroyar.

Toskastovnurin á Flemish Kap er í menning. Á ársfundinum var semja millum NAFO limalondini um at hækka heildarkvotuna fyri komandi ár samsvarandi vísindatilmælinum til 14.113 tons. Føroyar hava góð 22 prosent av heildarkvotuni, sum gevur Føroyum 3.154 tons av toski komandi ár. Hetta er ein hækking á góð 1.000 tons.

Rækjustovnurin á somu leiðum er enn illa fyri. Í tráð við vísindaligu ráðgevingina var greiður meiriluti fyri, at veiðubannið fyri 2011 fyri rækjufiskiskap á Flemish Kap heldur áfram í 2013.

Greiðar ábendingar eru um, at rækjustovnurin á Grand Bank er í minking. Heildarkvotan fyri rækjur fyri 2012 var 12.000 tons, og í ár mælti NAFO vísindanevndin til at avmarka heildarveiðuna í 2013 til 8.600 tons. Føroyar ynsktu eina hægri heildarkvotu vísandi til samtyktina frá í fjør um at lækka fiskiskapin eftir rækjum yvir eitt tvey ára tíðarskeið, og at heildarkvotan fyri 2013 skuldi verða 9.350 tons. Meiriluti var tó millum limalondini um at fylgja nýggjasta vísindaliga tilmælinum og áseta heildarkvotuna til 8.600 tons komandi ár.

Ósemjan í NAFO um býtið av rækjum á Grand Bank er tó framvegis óloyst. Tískil hava Føroyar aftur í ár tilskilað sær rætt til at mótmæla verandi býti og seta egna kvotu við støði í samtyktu heildarkvotuni.

 Føroyar eiga eisini kvotur av svartkalva og kongafiski á Flemish Kap, og verða hesar ávikavist 199 tons og 69 tons í 2013.