Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

TOSKAALING á FØROYA BANKA

Seinnu árini hava vit ofta hoyrt at lítil og ongin toskur er á Føroya Banka. Orsøkin er kanska at hitin er ov nógvur til at gýtingin eydnast. Tað er sera dapurt tí at bankin er eitt satt undurverk til góðar umstøður hjá toski og øðrum fiski.

Hanus Vang, verkfrøðingur, valevni hjá Framtakið lista K

Fyri stórthundrað árum síðani var nógvur toskur á Rokkall-grunninum, og nú er næstan bara brosma. Eisini har er sigst at hitnandi sjógvur er orsøkin.

Um vit nú kunnu klekja toskayngul á landi, í nøkrum av smoltstøðunum og settu toskamurt út á bankan, er helst møguleiki fyri at toskastovnurin við hesi hjálp kann koma fyri seg aftur.

Útsetti fiskurin má merkjast so fylgjast kann við gongdini. Sjálvandi kemur einans ein partur undan, men verður nok sett út gongur helst betri.

Úrslitið við havbiti hjá laksi er at eini tvey prosent koma aftur. Hvusu tað fer at gangast við at seta tosk út á Føroya Banka kunnu bara royndir vísa.

Man tað ikki vera skilagott at royna?