Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tørvur á einari langtíðarætlan fyri Tórshavnar Kommunu

Avbjóðingar og mennandi verkætlanir.

Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu er javnan frammi við ætlanum um stórar, ambitiøsar og kostnaðarmiklar íløgur og verkætlanir. Og nú stundar til eitt kommunuval verður ivaleyst næstan onki markt fyri, hvørji vallyfti verða fráboðað almenninginum.

Tær stóru avbjóðingarnar, sum standa fyri framman í Tórshavnar Kommunu á íløguøkinum er td. nýggjur 50 metra svimjihylur, nýggjur Vesturskúli, nýggjur musikkskúli, golfvøllur, íløgur fyri at hýsa møguligum oyggjaleikum, innandura fótbóltshøll og multiarena - bara fyri at nevna nøkur dømi úr rúgvini. Talan er um íløgur og verkætlanir, sum nakrar eru kendar, og nakrar íkoma knappliga. Somuleiðis er talan um stórar íløgur og verkætlanir, sum verða fíggjarliga og rakstrarliga krevjandi – ein leyslig meting kann verða íløgur fyri 600-800 mió.kr. - alt eftir, hvussu hart verður lagt fyri. Harafturat skal roknast við nýggjum og munandi hægri útreiðslum til rakstur av hesum anleggum, og sum fer at krevja eina endurskoðan og øðrvísi raðfesting av rakstrarútreiðslunum.

Neyðugt verður tí at raðfesta íløgurnar yvir eitt longri tíðarskeið, meta um rakstrarligar avleiðingar og annars lýsa, hvat kommunali búskapurin hevur fíggjarlig evni at bera komandi árini.

Tað er trupult at síggja, hvussu samgongan í kommununi arbeiðir við øllum hesum verkætlanum og hvørjar td. ikki eru við og hví. Tí er neyðugt at gera nærri greiningar av, hvør veruligi tørvurin er á íløgum og verkætlanum og hvussu høvuðstaður okkara skal síggja út í td. 2020 – ein heildarætlan fyri menningina av høvuðsstaðnum við neyðugum raðfestingum. Tað eru eisini nógvir ymiskir váðar sum ein kommuna stendur yvirfyri – eitt nú vantandi vinnuligt virksemi, fallandi inntøkur, fólkaminking og kommunal útjavning.

Tilvildarligar raðfestingar og ongar ítøkiligar ætlanir

Stórar og fleiri íløgur samstundis ella innan eitt styttri tíðarskeið hjá kommununi, kunnu ikki fíggjast yvir raksturin og tí er neyðugt við lántøku og skattahækkingum. Hægri langfreistað skuld td. hevur við sær fíggjarútreiðslur til avdráttir og rentur - harafturat koma tær fíggjarligu bindingar, sum fylgja við langt inn í framtíðina. Búskaparliga handlifrælsi kunnu vit siga broytist í mun til skuldina og óvissar útreiðslur og inntøkur.

Tað er heldur ikki bara at tryggja fígging og afturgjald av skuld – metast skal eisini um totalbúskapin, tvs. hvat krevst í eyka ella nýggjum rakstrarútreiðslum, tá verkætlanin verður sett í rakstur.

TK arbeiðir ikki í løtuni i við langtíðarætlanum fyri rakstur og íløgur – og tí er tað lættari politiskt at yvirbjóða hvønn annan við stórum og kostnaðarmiklum verkætlanum, sum tað i veruleikanum ikki er fígging ella rakstrarinntøkur til.

Langtíðarætlan fyri framtíðar menning av TK

Tað, sum vantar hjá TK til at leiða og stýra samlaða búskapinum fyri kommununa eru leiðslu- og stýringaramboð. Býráðið eigur tí at gera eitt leiðslu- og stýringaramboð, sum er ein langtíðarætlan fyri rakstur og íløgur fyri komandi 10 árini og yvir meira enn eitt samgongutíðarskeið. Í hesari ætlan eigur kommunan at gera metingar um inntøkur, útreiðslur til rakstur og íløgur, skattaprosent, fígging, skuld, gjaldføri – hetta sæð í mun til tørvin hjá borgarunum á tænastum og trivnaði í kommununi - nú og í framtíðini.

Sostatt snýr tað seg um at skapa nakrar hóskandi búskaparligar javnvágir millum skattaprosent, eginfígging, lántøku og tænastur til borgaran og menning av høvuðsstaðnum annars.

Avleiðingarnar av hægri rakstrarútreiðslum og hægri lántøku uttan eina langtíðarráðlegging hevur við sær, at kommunan noyðast at hækka skattaprosentið ella fremja tilsvarandi sparingar og rationaliseringar. Serliga um hetta verður gjørt yvir styttri tíðarskeið. Tí kann ein langtíðarætlan verða við til at tryggja, at búskaparligu samanhangini eru hóskandi og skattaborgaran veit, hvat hesin fær fyri skattapeningin – stórt gjøgnumskygni og málrættað politiskt arbeiði til gagns fyri heildina.

Støðulýsing og langtíðarætlan

Mælt verður til fylgjandi:

1. Fyrst og fremst gera tørvsmetingar um rakstur (evt. nýggjar tænastur) og íløgur – borgarar og vinna – ein støðulýsing og tørvsmeting fyri komandi árini

2. Gjørd verður eina váðagreining fyri kommununa

3. Gera samlað yvirlit yvir allar størri og smærri íløgur og verkætlanir komandi 10 árini

4. Kostnaðarmetingar av hvørjari einstakari íløgu ella verkætlan – íroknað fíggingarmøguleikar

5. Útrokningar av inntøkugrundarlag, útreiðslum og skattaprosenti – íroknað metingar um skuld, fígging og gjaldføri

6. Gera eina samlaða langtíðarætlan og áseta játtanarkarmar fyri rakstur og íløgur fyri tíðar¬skeiðið 2013-2023, íroknað tíðarásettar raðfestingar og býtt á málsøkini. Talan er um at gera eina búskaparliga heildarætlan fyri menningina av kommununi komandi árini.

Uttan langtíðarætlanir fyri rakstur og íløgur og uttan at vit tora at gera politiskar raðfestingar er vandi fyri, at menningin í kommununi fer at ganga ov seint fyri seg komandi 5-10 árini.

Tórshavn tann 7. mai 2012

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur hjá Sambandsflokkkinum