Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tørvur á bíligari asfaltering

SAMSTARV: Vegáleggingarnevndin hjá NVF – Norðurlendskt Vegforum – hevur júst hildið ársfund í Havn. Millum høvuðsevnini vóru bíligari asfalteringshættir, framløgur av granskingarverkætlanum og panelorðaskifti um millum annað menning av nýggjum framleiðsluvørum innan asfaltøkið. 

Talan er um størsta forum í Norðurlondum innan vegálegging, har myndugleikar, ráðgevarar og arbeiðstakarar samstarva um fakliga menning til gagns fyri bæði betri og bíligari álegging.

Fundurin umrøddi manglandi játtanir til asfaltering sum ein trupulleika fyri øll norðurlondini. Semja var um týdningin av at fáa víst á hetta sum ein álvarsligan trupulleika við tí fyri eyga at fáa økt viðlíkahaldsjáttanirnar.

Eisini umrøddi fundurin nýmenning innan asfaltøkið, sum er menning í breiðari merking. Bæði til nýggj asfaltsløg, eins og yvirflatuviðgerð av vegum, sum vit í Føroyum vanliga nevna spræniasfalt. Hetta líkist tí fyrr so kenda asfalteringarháttinum, har asfaltbindievnið verður sprænt út á vegin, og fínari skervur verður stroyddur omanyvir. Hesin hátturin eru lutfalsliga bíligur, men haldførið er ikki so gott sum á vanligum asfalti.

Eitt panelorðaskifti undir ársfundinum viðgjørdi millum annað avbjóðingar við tyngri ferðslu, atlit til umhvørvið við at minka CO2-útlát, og hættir til at skapa menning og fyrimunir við ymsum formum fyri sáttmálum innan økið.

Fýra granskingar- og menningarverkætlanir vórðu lagdar fram undir fundinum, og tær snúðu seg um hesi evni: Menning av kanningarhátti, har asfalteginleikar verða kannaðir við at máta afturljóð. Hetta er ein bíligur og skjótur máti at kanna harðleikan av asfaltløgum. 

Verkætlanin, sum er svensk, vann prísin á 1.500 evrur, ið EFFO gav, og sum var handaður undir samkomu í Norðurlandahúsinum mánakvøldið.

Ein norsk granskingarverkætlan hevur til endamáls at finna fram til, hvørjar asfalttjúgdir eru best hóskandi til at nýta í mun til steinstødd, tá fjølliðaði evni (polymer) eru tilsett asfaltið.

Triðja granskingarverkætlanin, sum er donsk, snýr seg um royndir við endurvinning av asfalti í hágóðsku til serliga ferðslutungar vegateinar.

Tann fjórða granskingarverkætlanin er úr Finnlandi og hevur sum mál at menna ein heildarmyndil til útrokning av CO2-útláti, sum stendst av asfaltframleiðslu. Endamálið er at minka um útlátið frá hesi framleiðslu.

Í sambandi við ráðsfundin skipaðu føroysku vertirnir við Landsverki á odda fyri eini útferð til nýggja Skúladepilin við Marknagil og nýggju Brúnna um Sandá, har ávíkavist Sara L. F. Winther frá Landsverki og Boði Haraldsen og Árant Jacobsen frá Tórshavnar kommunu, kunnaðu um verkætlanirnar. 

Gestirnir fingu eisini eina kunning um Føroyar, sum Guðrið Højgaard stóð fyri, meðan Terji Nielsen greiddi frá vindmylluverkætlanini hjá SEV og teirr orkuviðsjón. - Ein síðuvinningur, sum ikki kann undirmetast, er skapanin av fakligum bondum tvørtur um norðurlendsku landamørkini, sigur Palli Petersen, leiðari á Framleiðsludeildini hjá Landsverki. 

Stovnurin luttekur í norðurlendska samstarvinum innan viðkomandi økir, sum NVF umboðar. 

Stuðlar í sambandi við ráðsfundin hjá NVF og tiltakið annars vóru Effo, Magn og Borg.

Fakta
NVF (Norðurlendskt Vegforum) varð stovnað í Stockholm í 1935. Frá byrjanini vóru Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland og Ísland við, meðan Føroyar gjørdust partur av samtakinum í 1975. 

Talan er um eitt yrkissamstarv við limum frá bæði almenna og privata geiranum, sum tilsamans telja umleið 320 limafeløg úr øllum norðurlendsku londunum. Hvørt skeið varar fýra ár og endar við eini ráðstevnu, nevnd Via Nordica. Limalondini skiftast um formansskapin. Í løtuni er tað Noreg, sum hevur leiðsluna fram til komandi ráðstevnu, sum verður í Tróndheimi í 2016.

Dagliga arbeiðið fer fram í nevndum. Nakrar nevndir virka bæði á tjóðarstøði og á norðurlendskum støði, meðan aðrar bert eru á norðurlendskum støði. Leiðslurnar í teimum ymsu nevndunum verða býttar ímillum limalondini.