Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frá vinstru: Róin Schrøter, varaforsetin í FSF, Jógvan Arge, varaborgarstjóri, Heðin Mortensen, borgarstjóri og Sjúrður Olsen, býráðslimur.

Tórsvøllur: Nú gleða vit okkum

Enn eitt stig varð í dag tikið at gera Tórsvøll til altjóða leikvøll, tá hakin varð settur í til nýggju áskoðaraplássini á eystaru síðuni á Tórsvølli. Tá arbeiðið at gera áskoðaraplássini er komið at enda í mai 2015, eru vit komin eitt týðandi stig nærri einum altjóða leikvølli í Føroyum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og varaforsetin í FSF, Róin Schrøter, loystu fyrsta flagið til nýggja skýlið á Tórsvølli í góðveðrinum seinnapartin.

Borgarstjórin fegnast um, at arbeiðið at gera eystaru síðuna av álvara byrjar.

- Hetta er gott fyri øll, sum ynskja at fara til stórar fótbóltsdystir, konsertir ella onnur tiltøk. Komfortin verður ein heilt onnur, nú øll fara at sessast undir taki, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.** FSF bíðar eisini við spenningi eftir stóru útbyggingini.

- Tað er ótrúliga gott, at Tórshavnar kommuna lyftir hesa uppgávuna saman við Fótbóltssambandinum. Felags samstarvið merkir, at verkætlanin verður veruleiki. Hetta verður okkara leikvøllur fram um allar aðrar, sum lýkur altjóða krøv. Við hesi íløguni kunnu vit framhaldandi taka á okkum at hýsa altjóða dystum, sigur Róin Schrøter, varaforseti í FSF.

At Tórsvøllur í framtíðini eisini fer at skapa nógv annað virksemi í høvuðsstaðnum, eru Heðin Mortensen og Róin Schrøter á einum máli um.

- Vit kunnu bara taka dystin móti Týsklandi í fjør sum dømi. Tá vóru eini 200 tíðindafólk og oman fyri 600 áskoðarar í Føroyum. Í týska hópinum vóru áleið 50 fólk. Og verða øll tald við, vóru eini 1000 týskarar í Føroyum í sambandi við dystin, sigur Róin Schrøter.

- Tað er greitt, at hetta eisini verður gott fyri tænastuvinnuna. Her kann koma nógv nýtt virksemi burturúr teimum tilboðum, sum Tórsvøllur fer at hýsa í framtíðini. Áskoðararnir fáa framúr umstøður, og vit kunnu bara ímynda okkum tað virksemi, sum fer at standast av hesum í høvuðsstaðnum. Nú gleða vit okkum, sigur Heðin Mortensen.

J & K Petersen stendur fyri arbeiðinum at gera eystaru síðuna, har 2700 áskoðarar verða undir taki, tá landsdystir, konsertir og onnur tiltøk eru á skránni á vøllinum.

Samlaði kostnaðurin fyri eystara skýlið er 40,2 milliónir krónur við mvg. Tórshavnar kommuna rindar helmingin av hesari upphædd.