Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórsvøllur – suðurendin verður niðurtikin

Í sambandi við útbygging av Tórsvølli skulu áskoðaraplássini í suðurendanum á Tórsvølli takast niður og møguliga endurnýtast í Gundadali.

Býráðið játtaði 2,4 mió kr til niðurtøkuna og at goyma elementini til seinni brúk. Fleiri uppskot vóru um tað, m.a. innandura vøllur, judo, borðtennis, sqaush o.s.fr.

Tíðarætlanin verður sostatt hildin sambært avtalu við FSF um at byggja nýgjan suðurenda á Tórsvølli.