Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyri fimm áru síðan gjørdu Tórshavnar kommuna og Fótbóltssamband Føroya slóðbrótandi samstarv um heildarætlan at út- og umbyggja Tórsvøll til altjóða stadion, ið lýkur øll krøv til landsliðsfótbólt á hægsta stigi, og sum skuldi gerast eitt veruligt aktiv fyri høvuðsstaðin og landið. 

 Fyrst vórðu ljósmastrarnar settar upp, síðani flagið tikið av og graslíki lagt á í staðin. Næsta byggistig var skýlið á eystur- og síðursíðuni íroknað nýggi FSF-bygningurin, sum alt varð liðugt í fjør.

 Nú verður næsta stigið í heildarætlanini sett í gongd, sum er vestursíðan. 

Býráðið hevur samtykt uppskot til samstarvsavtalu við FSF um at dagføra og fáa áskoðaraplássini undir tak eftir sama leisti sum eystur- og síðursíðan. Samstundis verður FSF-bygningurin har út- og umbygdur eitt nú til at betra um umklæðingarrúm bæði til spælarar og dómarar. Eisini skulu umstøður til dopingrúm, læknar, fjølmiðlar og áskoðarar annars betrast munandi.

 Útbyggingin fer harumframt at hava tann vinning, at Niðari vøllur í Gundadali fær høliskarmar, sum ikki eru til taks í dag. Áskoðarakapasiteturin á vestursíðuni veksur eisini við 200 setrum, so at samlaði áskoðaratalið í vesturskýlinum verður umleið 1.730.

 Tá byggingin er liðug, væntandi miðskeiðis í 2019, verður Tórsvøllur góðkendur sum Category 4 leikvøllur. Við hesum framtíðartryggjar FSF sær, at A-landsliðsdystir framhaldandi kunnu spælast í Føroyum.

 Býráðið tók undir við tilmæli frá trivnaðarstjóranum og tekniska stjóra um hesa samstarvsavtalu, sum inniber, at byggiætlanin nú verður prosjekterað til útboð. Væntandi verður farið at byggja um ársskiftið.

 Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnast um góða samstarvið við FSF um Tórsvøll. Tórsvøllur fær ómetaliga góð skoðsmál frá altjóða fótbóltsumhvørvinum, og føroyski áskoðarin stórtrívist, tí fasilitetirnir eru av teim bestu. Nú taka vit síðsta stóra takið at gera Tórsvøll lidnan, og sum vit øll kunnu verða stolt av.