Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórsvøllur brandar Havnina og Føroyar

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavanr býráðs

Vit gera nógv burtur úr at koma fram til tað rætta brandið, vørumerkið, fyri Føroyar, so vit fáa fleiri ferðafólk. Men brandini kunna eisini vera fleiri.

Fátt hevur sligið Føroyanavn so væl fast í útheiminum sum føroyskur ítróttur. Tað veri seg fótbóltslandsliðið, svimjarar og ítróttafólk úr ÍSB v.m. Hetta eru eisini føroysk brand.

Tann fremsti pallurin fyri teimum føroysku ítróttabrandunum er Tórsvøllur. Her koma javnan heimsins bestu fótbóltslið og onnur góð lið at kappast móti okkara landsliðnum, og stundum taka vit tey á bóli.

David og Goliat

Tórsvøllur er karmurin um bardagarnar millum Dávid og Goliat, sum hugtaka fólk niðri á tí stóra meginlandinum og aðrastaðni. Sent verður fleiri ferðir um árið beinleiðis higani inn í stovurnar hjá fólki í fleiri heimspørtum.

Tað sigur seg sjálvt, at okkara fremsti sýnisgluggi út í heimin má vera up to date. Tí leggja Tórshavnar kommuna og Fótbóltssamband Føroya saman við altjóða fótbóltssamgongunum UEFA og FIFA rygg til at dagføra vøllin.

Tá jarntjaldið fall fyri um 20 árum síðani, fóru vit at ferðast eystur um við fótbóltslandsliðnum. Stadion har vóru øll niðurundirkomin, gomul og slitin, men eitt var felags fyri tey: tey høvdu klassiskan stíl. Nú eru tey langtsíðani nútíðargjørd, og í dag kemur tú til líka framkomnar ítróttavøllir eystanfyri sum vestanfyri, og tað hevur ikki verið ókeypis.

Føroyar hingið eftir

Eitt land hevur hingið eftir. Tað eru Føroyar. Tórsvøllur varð gjørdur eftir førimuninum, sum var. Stórt sjálvboðið arbeiði varð gjørt fyri at fáa hann í lag og halda hann gangandi, men sum undirtøkan var tá í fótbóltsheiminum og millum almennar myndugleikar, kundi hann neyvan endað øðrvísi enn hann endaði.

Tórshavnar kommuna hevur yvirtikið hann frá Tórsvallargrunninum, og skula vit gera okkum vónir um at varðveita hendan fram úr sýnisgluggan út í heim og fáa meiri gagn av honum, so mugu tøkini takast nú. Havnin og Føroyar fáa tað flerfalt aftur.

Tað er eisini hugaligt, at við hesum tøkum fáa fótbóltsfeløgini í høvuðsstaðnum nógv fleiri vallartímar enn áður. Tað tænir bæði ungdóminum og ítróttinum.

---