
TÓRSTORGIÐ TIKIÐ Í NÝTSLU
Seinastu tíðina hava handverkarar lagt tak oman á torgið millum Reinsaríið og Perluna í Tórsgøtu.
Og í dag 13. juni kl. 16 verður nýggja torgið tikið í nýtslu. Danny and the Veetos fara at spæla, og tað fer Lea Kampmann eisini. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevndini, siga eisini nøkur orð.
Torgið gevur mentanarlívinum og handilslívinum í miðbýnum nýggjar møguleikar. Nú fer at bera til at skipa fyri uttandura tiltøkum - sama hvussu veðrið skikkar sær. Ætlanin er at skipa fyri konsertum hvønn fríggjadag alt summarið, og annars at onnur í býnum kunnu nýta tað til tiltøk.
- Tórstorgið fer at geva mentanargøtuni enn fleiri møguleikar, sum verður gott fyri bæði mentanarhúsini her á staðnum og fyri borgaran, sigur Bogi Andreasen, leiðari á Reinsarínum og Perluni.