Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

TORSHAVN.FO HEVUR FINGIÐ NÝTT SNIÐ

Netsíðan hjá Tórshavnar kommunu hevur fingið nýtt snið. Nú er enn lættari hjá borgarum at finna og brúka fjølbroytta tænastuútboðið hjá kommununi.

Tað eru longu fleiri ár síðani, at tillagingar seinast vórðu gjørdar á torshavn.fo. Nú er síðan dagførd, so hon er ljósari og einfaldari. Snarskivan og Sansir hava í felag ment nýggja sniðið.

Endamálið við dagføringini er at fáa eina einfaldari síðu, so tað er skjótt og lætt hjá borgarum at finna tað, tey leita eftir. Millum annað er leitiøkið sjónligari, og tað er eisini lættari at seta seg í samband við kommununa.

Nógv virksemi er í kommununi, og býráðið arbeiðir støðugt við nýggjum verkætlanum. Tí hava tíðindini fingið meira rúmd á síðuni.

Eisini verða gjørdar fleiri smærri tillagingar, ið gera samskiftið greiðari. Eitt nú er ”Tænastur” í breddanum broytt til ”Borgari”.

Torshavn.fo er millum størstu síður í landinum. Og tí verður í heilum arbeitt við at menna, dagføra og betra innihaldið.