Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar Sløkkilið fingið nýggjan bjargingar / kavarabát

Tórshavnar Sløkkilið Hevur keypt nýggjan bát, og verður hann sjósettur/navngivin í Vágsbotni mánadagin 11. februar kl. 11.00.

Har verður høvi at síggja og royna bátin.

Báturin er av slagnum Polarcirkel 760 Diving, er knappar 8 m. til longdar, hann er bygdur á Helgeland Plast, í Mo í Rana, í Noregi og hevur 2 x 150 hk Mercury motorar, er útgjørdur við vanligari nautiskari útgerð s.s. Radari, GPS, VHF og AIS. Báturin er gjørdur úr tilfari, sum vit kenna frá aliringunum runt um í landinum.

Tórshavnar Sløkkilið veitir hjálp, fyrst og fremst í Tórshavnar kommunu, men eftir áheitan verður hjálp eisini veitt uttanf. Kommunumarkið, um tað er gjørligt! Báturin er ætlaður at bøta um møguleikarnar hjá sløkkiliðinum at veita skjóta og góða hjálp.

• Kaving og leiting

Til leiting eftir fólki ella lutum í sjónum, er í flestu førðum ein bátur alneyðugur og hevur gamli “ Anton “ tænt fyri seg, hann er ikki tíðarhóskandi meira, meira enn 20 ára gamal. Eftir dagsins reglum er ein nýggjur og meira tíðarhóskandi útvegaður. Sum nýggja kavara lógin ásetur, skal eitt kavara lið mannast við minst 2 fólkum afturat kavaranum, og er sera umráðandi at gott arbeiðspláss er á dekki. Flestu kavarauppgávur krevja, at minst 2 kavarar eru í sjónum samstundis, og tá er plássi meira krevjandi, vegna tess, at 7 fólk skulu mynda hesa uppgávu, ( kavari, línufólk og hjálparfólk x 2 + bátaførara = 7 ).

• Eldsløkking á sjónum

Báturin kann verða nýttur um eldur kemur í bátar her á fjørðinum, ella innanfyri havnarlagið ** Festir eru gjørd til brandpumpu so hon kann standa trygg, eisini kann hjálp veitast við pumpum til at halda bátar lens við, um illa vil til hjá teimum.

• Oljudálking

Er oljudálking við strendur í Tórshavnar Kommunu, er tað ábyrgd hjá kommununi at støðga og fyribyrgja. Í løtuni hevur sløkkiliði, sum tekur sær av hesum, bert ein gamlan bát sum als ikki er tíðarhóskandi til hesar uppgávur.

Tann nýggji báturin hjá Tórshavnar Sløkkiliðið, er vælegnaður til hesar uppgávur, hann hevur tveir kraftmiklar motorar sum gera at báturin kann “manirerað” um seg sjálvan, hevur gott pláss til fólk og útgerð, siglur skjótt og ikki minnst, kann sigla uppá turt uttan at skaða bátin. Hann er sera sterkt bygdur, fyltur við skúmi og kann tískil ikki søkka. Nevnast skal, at sløkki og bjargingar lið í Noregi og á Svalbard, brúka líknandi bát til teirra átøk, eisini norska verjan og løgreglan brúka sama slag bát.

• Leiting

Tórshavnar Sløkkilið hevur mangan verið boðsent til leitingar og bjargingar í og uttanfyri kommunumark. Hesin nýggji báturin til sløkkiliði er sera vælegnaður til hesi átøk. Hann verður serútgjørdur við samskiftis útgerð í millum manningina, innbygt í hjálmar, samskiftið við aðrar møguligar bátar í átakinum, hevur AIS, soleiðis at MRCC og skipini hjá V&B, o. o. altíð kunnu síggja hvar báturin er, hvar hann hevur silgt/leita. Báturin er lágt bygdur, breiður, skjóttgangandi og er sera sjógóður, vegna tess, at hann flýtur lágt, er hann sera góður til at taka fólk og lutir úr sjónum og inn í bátin.

• Útoyggjar í kommununi

Tórshavnar Kommuna er vaksin nógv seinastu árini, og eru krøvini/ uppgávirnar eisini hartil øktar. Tórshavnar Sløkkilið hevur manning, útgerð og ábyrgd í Nólsoy, Hesti og Koltri, Sløkkiútgerð og manning skal viðlíkahaldast javnan, samstundis sum kommunan hevur ábyrgd m.a. av skorsteinssóping, vatnverki, gøtuljósum, veganetið. Hesin báturin kann verða til stóran fyrimun tá eftirlit, smærri umvælingar o.a. eru á hesum støðum, Sjálvandi skal eisini nevnast, at um eldur og vannlukkur eru á hesum støðum, ja so er báturin við sínum stóra dekksplássið, sera vælegnaður at flyta útgerð og annað skjótt og trygt framm .

• Á vogni

Báturin kemur at standa á vogni, soleiðis at hann skjótt kann flytast runt í kommununi har tørvur er á honum so sum Velbastað, Kirkjubø, ella eystur um til Sund, Kaldbak, Kollafjørð eisini kann hann hivast í byrgingar ella nýtast á vøtnunum.