Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

TÓRSHAVNAR SLØKKILIÐ 80 ÁR

Í samfull 80 ár hevur sløkkilið verið til reiðar, tá eldur hevur herjað. Tórshavnar Sløkkilið fyllir 80 ár 1. oktober.

Nógv mannalív eru bjargaði seinastu 80 árini, tí sløkkiliðsfólk dag og nátt hava verið á varðhaldi. Og tí tey við dugnasemi og ágrýtni hava verið skjót á staðnum í sambandi við eldsbrunar, ferðsluóhapp og aðrar skaðatilburðir.

Dagurin verður hátíðarhildin týsdagin 1. oktober á Brandstøðini við Oyggjarvegin.

Sløkkiliðið bjóðar øllum kaffi, te og køkur frá kl. 11-16. Umframt ein drekkamunn verður høvi at tosa við sløkkiliðsfólk. Børnini sleppa ein túr við brandbili og um viðrar, verður stigabilurin eisini royndur.

Øll børn fáa somuleiðis balón og endurskin.