Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar kommuna yvirtikið Fram TN2

Tórshavnar kommuna eigur nú eitt stásiligt far aftrat, dekksbátin Fram, sum nú verður varðveittur av kommununi.

Fram varð bygdur av Laurits Debes, Laurits í Mortanstovu í Havn, í 1921. Hann varð bygdur til Sámal Petersen í Fuglafirði og varð upprunaliga nevndur Erik.

Sørin Pram Sørensen sáli keypti bátin í 1986 og fór undir eina umfatandi umvæling, soleiðis at báturin í dag er í heilt góðum standi.

Tórshavnar Býráð samtykti á fundi 8. september 2011 at keypa dekksbátin Fram TN2 fyri 700.000,- kr við tí endamáli at stovna felag til varðveiting og dagligan rakstur.

Tað er Tóta Sørensen, sum sæst á myndini saman við Heðini Mortensen, borgarstjóra, sum nú formelt hevur handað kommununi bátin, sum liggur undir Müllers Pakkhúsi, har Westward Ho eisini liggur.

Fram kemur at verða brúktur á nakað sama hátt sum sluppin til útferðir, skúlaflokkar o.s.fr.