Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar kommuna yvirtekur Býarsavnið

Birgar Johannesen var á fundi í morgun við Anniku Olsen, borgarstjóra, og Gunvør Balle, forkvinnu í mentamálanevndini, umframt fólk frá fyrisitingini.

Avtala er gjørd um, at Tórshavnar kommuna yvirtekur Býarsavnið hjá Birgari Johannesen. Fyribils verður Býarsavnið opið sum vanligt.

Kommunan skal síðan finna eina fyrbils hølisloysn, til ein størri samlað loysn fyri søvnini í býnum verður framd.

Birgar Johannesen heldur fram at arbeiða á Býarsavninum, men Tórshavnar kommuna yvirtekur fíggjarligu ábyrgdina.