Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar kommuna veitir bráðfeingis hjálp

Børn og starvsfólk á kommunala stovninum, Býlingshúsinum millum Gilja, vóru eftir døgurða í dag rakt av einum bilóhappi.

Í hesum sambandi hevur Tórshavnar kommuna sett í verk tilbúgvingina, sum kemur í gildi undir slíkum umstøðum.

So skjótt sum gjørligt vóru fakfólk frá kommununi og uttanhýsis fakfólk á staðnum við neyðugari kunning til foreldrini og teirri hjálp, ið kommunan kann veita.

Seinnapartin í dag skipar Tórshavnar kommuna fyri einum kunnandi fundi fyri foreldrum at børnum í Býlingshúsinum millum Gilja.

Sum partur av tilbúgvingini hjá Tórshavnar kommunu er møguleiki hjá foreldrum og avvarandi at fáa samrøðu við sálarfrøðing. Talan er um eitt standandi tilboð, ið er til taks komandi vikurnar.

Heðin Mortensen, Borgarstjóri