Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar kommuna: Spennandi framløga á fólkatingi í dag

Tað er arktiski arbeiðsbólkurin í Fólkatinginum, sum hevður boðið til ráðstevnuna í fólkatinginum í dag, sum hevur fingið heitið "Nye erhvervsmuligheder i Nordatlanten". Ráðstevnan leggur serligan dent á skipaflutning og nýggjar siglingarleiðir i Arktis millum Evropa og Asia, umframt at dentur verður lagdur á ferðavinnuna í økinum. Føroysku framløgurnar snúgva seg m.a. um Føroyar sum miðstøð fyri allari skipaferðslu í økinum.

Á ráðstevnuni í Keypmannahavn eru umboðini fyri kommununa umframt Heðin Mortensen, borgarstjóra, eisini kommunustjórin Ingibjørg Berg og leiðarin á stjórnarskrivstovuni, Jákup Simonsen. Borgarstjórin hevur framløguna, sum snýr seg um framtíðar leiklutin hjá Tórshavnar havn og høvuðsstaðnum í okkara felags maritimu framtíð. Tórshavnar kommuna er langtsíðan farin at kanna teir møguleikar, sum eru innanfyri menning av maritimum tænastum, og útbyggingin av Tórshavnar havn er ein partur í at tryggja Føroyum teir fasilitetir, sum krevjast fyri at vera við í hesi kapping.

- Framløgan setir Føroyar mitt á norðuratlantiska sjókortið og vísir á, hvussu vit vegna okkara landafrøðiligu støðu kunnu gerast ein leiðandi tænastumiðstøð og transitthavn við kompetentari, skjótari og bíligari tænastu. Fyrimunir okkara eru ikki bara okkara landafrøðiliga støða, men eisini okkara serfrøði og so teir einastandandi fyrimunirnar, vit fáa við eini útbygdari havn. Føroyar verða eitt knútapunkt, bæði innan flutning í útnorði, og innan globala rutunetverkið við eyðsýndum fyrimunum fyri skipaferðsluna, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Vit liggja nær við stóru fiskiøkini hjá Noregi og kunnu gerast eitt spennandi alternativ til Rotterdam og aðrar havnir í sambandi við útflutning og umskiping av fiski. Við at velja Tórshavnar havn sum miðstøð fyri víðariflutningi kunnu feløg arbeiða fleksiblari og meira effektivt enn í dag. Eisini innan frálandavinnuna eru møguleikar á fleiri tænastuøkjum, tí Havnin liggur nærri stóru oljuøkinum enn t.d. Aberdeen.

- Vit kunnu bjóða eina heildarservisering av øllum skipasløgum og innan allan ídnað, alt frá bunkring, proviantering, umvælingum, manningarskifti og krevjandi sertifiseringum. Vit hava góðkendar leverandørar, umboð, starvsfólk við drúgvum royndum innan øll øki, og vit hava sera góð og skjót sambond við umheimin, tá talan er um eykalutir og útgerð. Vit hava stutt sæð eitt kappingarføri, sum er torført at finna aðrastaðni.

- Fyri at gera hesa tænastu møguliga í framtíðini útbyggja vit havnaøkið við 160.000 fermetrum, frá 80.000 til 240.00 fermetrar. Vit økja atløguplássið frá 700 metrum til 1400 metrar, økja dýbdina frá 9 til 15 metrar og byggja eina frystigoymslu, sum tekur 10.000 tons. Hetta merkir, at vit kunnu taka ímóti øllum fraktskipum og cruiseskipum. Frystigoymslan fer at økja munandi um møguleikarnir fyri transitti.

- Tórshavnar havn er kend fyri sín fleksibilitet, skjótleika og høga tænastustøði. Skulu vit varðveita hetta umdømið, fylgja við menningini og gera okkum galdandi á hesum marknaðinum, so er neyðugt at vit longu í 2019 eru klár til at nøkta krøvini innan stóru maritimu menningina, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum leggur aftrat, at Tórshavnar havn leingi hevur havt samráðingar við fleiri aðrar norðurlendskar havnir um samstarv innan bæði farmaflutning og ferðavinnu.