Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Myndin frá vinstru: Jóan Petur, Marianna Andreassen, Heðin Mortensen

TÓRSHAVNAR KOMMUNA SETT FERÐ Á YVIRTØKUNA AV ELDRAØKINUM

Tórshavnar kommuna hevur nú av álvara sett ferð á arbeiðið at taka yvir eldraøkið. Kommunan hevur sett eitt prosessleiðslutoymi við Marionnu Andreassen og Jónvør Christiansen at standa fyri fyrireikingunum.

Marianna Andreassen er m.a. útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og cand.scient.soc., og hevur drúgvar og viðkomandi royndir innan ráðgeving og prosessleiðslu bæði í Føroyum og í Norðurlondum.

Jónvør Christiansen er leiðari á Heilræði. Umframt holla kunnleikan til eldraøkið í kommununi, hevur hon m.a. útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og demenssamskipari, og í løtuni leggur hon síðstu hond á norðurlendska masterútbúgving í avanseraðari geriatriskari sjúkrarøkt (ellissjúkur).

Gjørd er arbeiðs- og tíðarætlan fyri fyrra partin av yvirtøkutilgongdini, sum skal verða liðug í juni. Síðstu dagarnar eru fleiri arbeiðsbólkar settir og farnir undir arbeiðið at seta sjøtul á ymsu uppgávurnar bæði viðvíkjandi bygnaði, umsiting, tilboðum og yvirtøkuni av yvir 200 starvsfólkum frá Almannaverkinum og Lágargarði.

Partur av arbeiðinum er eisini, at býráðið orðar politiskar málsetningar fyri eldraøkið komandi árini, og sum øll skipanin og tænastan til eldri í kommununi skal miða eftir.