Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar kommuna – skal vera pappírsleys!

Tórshavnar kommuna skal vera pappírsleys og við skulu hava eina talgilda skipan!

Málið um ein talgilda skipan, skal fyri til komandi býráðsfund, sum verður 28. Juni.

Sum er brúkar Tórshavnar kommuna fleiri milliónir av pappíri um árið og um kommunan gerst meira talgild slepst undan hesum – og harvið eru vit eisini meira umhvørvisvinarlig sum kommuna.

T er tann digitali ella talgilti tíðaraldurin. Og vit mugu spyrja: eru Føroyar eitt T-land, sum er fyrireikað til KT-tíðaraldurin! Svarid er nei! Hetta mugu vit fáa skil uppá og ikki altíð vera eftirbátar á KT - økinum og í nútíðini.

Í londunum runda um okkum hava politikarar og embætisfólk sett sær sjálvum henda spurning.

Vit eru annars næstan øll somul brúkarar av alnetinum í dag og av KT yvirhøvur.

Londini rundan um okkum eru tey farin víðari til tað, sum tey kalla tann ”talgilta tíðaraldurin”, og kunnu hesi lond longu nú kalla seg D ella T-lond innan kunningartøkni.

Tey hava longu orðað ein politikk, har hugtøk um uppihavsrætt, API og onnur KT-hugtøk eru partur av lógarverkinum.

Somuleiðis eru lógarteksturin innan fleiri øki broyttur samsvarandi KT tíðini og tørvinum hjá tí einstaka og samfelagnum.

Eitt nú hevur Danmark sett sær fyri at skapa stóra menning í T-tíðini innan KT. Vinnulív, kommunur, brúkarar, politikarar, universitetini og embætisfólk eru í felag um hetta átak fyri at menna Danmark og fyri at útvega nýggjar vinnumøguleikar. Hugsað verður um at bøta um kappingarførið og at hækka tænastustøðið.

Kommunernes Landsforening, (KL), hevur gjørt stórar ætlanir um, at danskar kommunur skulu vera talgildar og har lyklaorðini hjá KL, eru m.a. at fyrst skulu kommunur hava orða ein politikk og at øll starvsfólk og borgarar skulu vera við.

Tíverri hava politikarar her á landi ikki í nóg stóran mun eygað á KT- økinum og allar teir stóru møguleikar, sum har eru.** Serliga fyri eitt land sum Føroyar, ið bert hevur eina høvðusvinnu, hevur tað stóran týdning, at ein meira víðsýndur KT-politikkur verður settur út í kortið.

Her meti eg, at vit Tórshavnar kommuna, fær eina skjótari tænastu, skipan og eina umhvørvisliga tænastu og um vit fara yvir til eina talgilda (digitala kommunu).

Tórshavnar kommuna, hevur ymiskar talgildar skipanir, t.d. inni á heimasíðuni. Men vit hava ongan orðan politikk á økinum.

Eg havi tí sett meg í samband við umsitingina hjá Tórshavnar kommunu, fyri at fáa tey at orða ein politikk, sum skal lýsa hvat vit vilja og kunnu gera fyri at fáa eina pappírsleysa kommunu og ein talgilda skipan, sum røkkur til øll hjá Tórshavnar kommunu.

Málið skal fyri til komandi býráðsfund, sum verður 28. Juni.

“ KL og 22 kommuner har undersøgt, hvordan kommuner kan blive mere digitalt modne” les meira.

http://www.kl.dk/ImageVault/Images/id_55065/scope_0/ImageVaultHandler.aspx

Levi Mørk, býráðslimur

www.levimork.com