Tórshavnar kommuna meldar dálking av Sandá
Tórshavnar kommuna meldar nú dálking Sandá við tøðum, eftir at heilsu- og umhvørvisdeildin hjá kommuni í gjár og fyrradagin hevur gjørt kanningar á staðnum, og staðfest er, hvaðan dálkingin kemur.
Tórshavnar kommuna hevur tann 7. mai 2012 fingið fráboðan um, at Sandá varð dálkað við tøðum. Tórshavnar kommuna var á staðnum tann 7. og 8. mai 2012. Staðfest varð, at taðað var fram við vegnum frá bóndagarðinum við Sandá og omaneftir ímóti brúnni yvir ánna.
Í sambandi við taðingina eru tøð farin í eina veit og endað í Sandá, har tey hava elvt til at skúm savnast í ósanum í Sandagerði.
Kommunan er av teirri fatan, dálkingin er brot á umhvørvislóggávuna, t.e. §15 í Løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd og §25 stk. 3 í kunngerð nr. 53 um umhvørvisreglur frá 3. mai 1994, sí niðanfyristandi:
§ 15. Einki, ið kann dálka vatnið, má verða leitt í áir, løkir, vøtn, strond ella føroyskt sjóøki ella goymast so nær hesum, at vandi kann verða fyri, at tað kann skolast út í hesi.
§ 25. Stk. 3. Tøð frá køstum og mykjubrunnum skal nýtast til taðing soleiðis, at hetta ikki elvir til dálking av áum ella er til ampa fyri fólk, ið búgva nærindis.
Tórshavnar kommuna harmast um henda afturvendandi trupulleika, og at landsmyndugleikarnir ikki enn hava lýst taðingarkunngerðina, sum var til hoyringar fyri langari tíð síðan.
Tórshavnar kommuna metir eisini, at tíðin er komin at landsstýrið endurskoðar umhvørvislóggávuna, og umhugsar, at størri fjós og virksemi í hesum sambandi koma undir reglurnar, ið krevja umhvørvisgóðkenning á jøvnum føti við eitt nú alibrúk og líknandi.
Neyðugt er at lóggávan verður lagað til tann veruleika, at fleiri fjós í dag eru sera stór, samanborið við frammanundan, og eru at meta sum stór framleiðsluvirki.