
Tórshavnar kommuna leggur ikki byrðar á Landssjúkrahúsið
Í sjónvarpstíðindunum í gjár verður Tórshavnar kommuna aftur ákærd fyri at leggja byrðar á Landssjúkrahúsið í mun til liðugt viðgjørdar sjúklingar.
Víst verður á, at í ár hava 17 liðugt viðgjørdir sjúklingar úr Tórshavnar kommunu ligið á Landssjúkrahúsinum og bíðað eftir røktarheimsplássi.
Johnny í Grótinum, landssjúkrahússtjóri, upplýsti fyri Kringvarpinum, at árið í ár er verri enn í fjør, og at væntast kann vøkstur í seingjardøgum hjá liðugt viðgjørdum sjúklingum úr Tórshavnar kommunu uppá 20%.
Veruliga støðan er ikki so ring
Lat fara, at tey 17 bert eru 15 sambært upplýsingum frá Landssjúkrahúsinum í dag.
Av hesum 15 eru 8 fólk, sum kommunan orsakað av fleiri viðurskiftum ikki hevur kunnað veitt pláss. Eitt nú tí at viðkomandi eru deyð beint eftir, at tey eru liðugt viðgjørd, ella ikki hava biðið um búpláss. Harumframt ger Landssjúkrahúsið ikki mun á, um tað er kommunan, ið skal veita pláss, ella um tað er ein annar myndugleiki.
Eftir eru nú 7 sjúklingar. Av teimum hava fýra fingið røktarheimspláss umleið ein mánaða eftir visitatión, sum verður gjørd, tá visitatiónin hjá kommununi fær boð frá Landssjúkrahúsinum.
Tvey fingu pláss eftir umleið tveimum mánaðum.
Og sambært Landssjúkrahúsinum er í dag bert ein liðugt viðgjørdur sjúklingur á Landssjúkrahúsinum, sum kommunan skal veita pláss til. Hesin var liðugt viðgjørdur í farna mánaða.
Fleiri tíðarskeið í ár hevur eingin liðugt viðgjørdur sjúklingur bíðað. Tórshavnar kommuna leggur ikki byrðar á Landssjúkrahúsið.
Alt hetta áttu Kringvarpið og landssjúkrahússtjórin sjálvandi eisini havt upplýst.
Alt er vorðið verri
Man kann spyrja, hvørja ætlan landssjúkrahússtjórin hevur við geva Føroya fólki so ónuanseraða mynd av eldraøkinum í Havn. Hann veit, at hansara sjúklingar hava ikki framíhjárætt til røktarheimspláss í mun til onnur heimabúgvandi, men kanska vónar hann at fáa lagt trýst á kommununa at taka hansara tørv framum.
Tað hevur kommunan bara ikki loyvi til.
Ætlanin hjá Kringvarpinum er hinvegin púra greið. Alt innslagið í gjárkvøldið skuldi blása eina fatan upp, at síðani kommunurnar yvirtóku eldraøkið, er alt vorðið verri, og at nógv ringast stendur til í Tórshavnar kommunu.
Í innslagnum varð eitt nú sagt, at kommunan hevur spart á eldraøkinum. Tað passar ikki. Kommunan hevur játtað meira enn 15 mió í meirjáttan um árið til eldraøkið, og meira verður sett av í 2017.
Eisini verður víst til bíðilistar á røktarheimsøkinum. Við misvísandi stabbamynd sum grundarlag verður sagt, at stendur tú á bíðilista til røktarheim í Tórshavnar kommunu, so skalt tú bíða leingi, og helst verður tað so leingi, at tú ert í grøvini áðrenn.
Veruleikin er, at Tórshavnar kommuna hevur 30% fleiri røktarheimspláss enn ein miðal donsk kommuna sæð í mun til talið av eldri yvir 80 ár.
Veruleikin er eisini, at hóast at vit hava 40 fólk á raðfestum bíðilista, so fáa millum 45 og 50 fólk á hvørjum ári búpláss. Lutfalsliga bíðitíðin er tí undir 1 ár fyri tey flestu.
Eg veit væl, at bíðitíðin er drúgv og hørð hjá borgaranum og teim avvarðandi. Men kommunan veitir dygga heimatænastu, meðan bíðað verður. Hetta sigur Kringvarpið einki um, men letur hanga í luftini, at tey á bíðilista eru slept uppá fjall.
So er ikki. Vit hava dugnalig starvsfólk, sum veruliga kýta seg fyri okkara eldru borgarum, og politiska skipanin játtar neyðuga fíggingina. Vit gera tingini betri.
Heðin Mortensen
borgarstjóri