Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar kommuna framløgu um umhvørvisloysnir í Rio

Tríggjar av umhvørvisloysnunum hjá Tórshavnar kommunu verða lýstar í framløgu á altjóða umhvørvisráðstevnuni í Rio í dag. Samstundis verður eitt felags norðurlendskt eksportkatalog við orkuloysnum almannakunngjørt og lagt fram alment í øllum teimum norðurlendsku høvusstaðunum.

Á fundi í høvuðstaðarsamstarvinum í Oslo fyri 3 árum síðani varð avgjørt at næsti fundur í Keypmannahavn í 2011 skuldi hava høvuðsevnið orka og alternativar orkuloysnir. Vanligt er at hava eitt høvuðsevni á fundinum, har høvuðsstaðirnir kunna hvønn annan um ymiskar loysnir og soleiðis læra hvør av øðrum.

Á fundinum í Oslo varð eisini avtalað at taka stigið víðari og framleiða eitt katalog við orkuloysnum, sum eisini skuldi kunna inspirera onnur enn bert norðurlendsku høvuðstaðirnar.

Eitt felags norðurlendskt eksportkatalog , sum miðar eftir at marknaðarføra nakrar serliga áhugaverdar umhvørvisvinarligar loysnir hjá teimum 8 norðurlendsku høvuðsstaðunum, Helsinki, Keypmannahavn, Mariehamn, Nuuk, Oslo, Reykjavík, Stockholm og Tórshavn.

Avgjørt varð á fundinum í Keypmanahavn, har formannsskapurin í Tórshavnar býráð, kommunustjórin og tekniski stjórin hjá Tórshavnar kommunu luttóku, at almannakunngerða eksportkatalogið hin 18. Juni 2012 í Rio de Janeiro í samband við altjóða umhvørvisráðstevnuna Rio+20.

Tað verður borgarstjórin í Oslo, sum vegna teir 8 norðurlendsku høvuðsstaðirnar almannakunngerð katalogið í ICLEI’s Global Town Hall í Rio de Janeiro. Tórshavn er umboðað av tekniska stjóranum, sum hevur staðið fyri arbeiðinum hjá Tórshavnar kommunu við eksportkataloginum. Hann skal, saman við umboðum fyri nøkrum av hinum norðurlendsku høvuðsstaðunum, hava eina framløgu um umhvørvisloysnirnar, sum Tórshavnar kommuna arbeiðir við.

Úrslitið er sum sagt eitt felags norðurlendsk eksportkatalog, sum miðjar eftir at marknaðarføra tær mest áhugaverdu og serligu umhvørvisvinarligu loysnirnar til aðrar býir kring heimin.

Endamálið var sostatt bæði at vísa øðrum býum á uppfinnsemið og hvussu frammarliga norðurlendsku høvuðsstaðirnir eru í arbeiðinum at minka um umhvørvisárini frá býum, men eisini at skapa møguleikar fyri, at norðurlendsk vinnuvirki, sum arbeiða við slíkum loysnum, kunnu selja síni hugskot og loysnir til onnur lond.

Arbeiði at gera katalogið fór í gongd stutt eftir ráðstevnuna í Keypmannahavn. Høvuðsstaðirnir heittu á altjóða ráðgevaravirkið ARUP í London um at standa fyri arbeiðinum, og somuleiðis varð avgjørt at søkja Norðurlandaráðið um stuðul til at gera eitt slíkt katalog, og síðst í 2011 avgjørdi Norðurlandaráðið at veita stuðul til hetta felags norðurlendska átak.

Keypmannahavnar kommuna hevur tikið sær av samskipanini millum høvuðsstaðirnar, og hvør av hesum 8 norðurlendsku høvuðsstaðnum hevur síðani útvegað teir upplýsingar og lýsingar, sum skuldu við í katalogið.

Umhvørviskatalogið setir fokus á 7 høvuðsevni, sum eru vanlig fyri býir. Hesi evnini eru býarskipan og bygging, flutningur, orkusparandi gøtuljósskipanir, umhvørvisvinarlig orkuframleiðsla, vatn, tøkniligar umhvørvisloysnir og at enda átøk fyri at fremja hugsburðbroytingar.

Tá umhvørvisserfrøðingarnir hjá ráðgevaravirkinum ARUP fóru undir at meta um, hvørjar av loysnunum hjá ymsu høvuðsstaðunum vóru mest áhugaverdar millum tær loysnir, sum hvør býur sær lýsti fyri teimum, valdu teir í fyrstu atløgu tríggjar umhvørvisloysnir hjá Tórshavnar kommunu út. Hesar vóru ókeypis bussleiðin og endamálið við henni, sum er at fáa fleiri fólk at brúka buss fyri at minka um bilaferðsluna. Harnæst valdu tey stýriskipanir til gøtuljós, sum gera tað møguligt at innstilla og fjarstýra gøtuljósini í mun til árstíð og annað, og harvið at minka um orkunýtsluna. At enda valdu tey verkætlanina við sjóhita á Boðanesheiminum, sum tey ikki høvdu hoyrt um var roynd aðrastaðni í heiminum.

Tá arbeiðið at lýsa hesar verkætlaninar var komið væl áleiðis, gjørdust umhvørvisserfrøðingarnir hjá ráðgevaravirkinum ARUP orsaka av nógvum tilsendum myndum varugir við, hvussu sera vanlig nýtsla av flagtekjum var í Føroyum á bæði eldri og nýggjari bygningum. Hetta mettu teir so mikið áhugavert fyri umheimin, har rákið við at hava plantur ella flag á bygningum vindur alt meira og meira uppá seg av umhvørvisávum, at teir bóðu um at fáa føroysku flagtekjurnar lýstar eisini.

Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri, luttekur og leggur fram vegna Tórshavnar kommunu í Rio.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri