Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar kommuna: Fleiri arbeiðsskapandi íløgur í 2012

Rakstrarútreiðslurnar vaksa ikki, men íløgur verða gjørdar í fleiri smærri og størri arbeiðsskapandi verkætlanir.

Tórshavnar býráð hevur tilvitað lagt seg eftir arbeiðsskapandi verkætlanum á trivnaðar-, mentanar- og tekniska økinum. Tey ungu skulu hava bestu umstøður at takast við og gerast dugnaligari innan tónlist, og tí ger býráðið íløgur í nýggjan musikkskúla, ítróttaøkini verða útbygd, íløgur verða gjørdar í nýggja svimjihøll við 50 metra hyli, brúgv verður bygd um Sandá og Boðanesheimið verður gjørt liðugt.

Við íløguætlanini fyri 2012 skapa vit nógv virksemi í kommununi, sum vónandi fer at økja enn meira um trivnaðin og virksemismøguleikarnar.

Hóast talan er um fleiri íløgur og økt virksemi, so er ikki talan um vaksandi rakstrarútreiðslur. Hetta er úrslit av, at kommunan seinastu árini hevur framt effektiviseringar og tálmað rakstrarútreiðslunum, hóast bæði prís- og lønarvøkstur eisini hevur verið í tíðarskeiðnum.

Hetta hevur latið seg gjørt, sjálvt um kommunan hevur betrað og økt um tænasturnar til borgararnar, og sum lætta um hjá familjum og einstaklingum.

Foreldragjaldið til dagstovnaplás er lágt, haraftrat fáa barnaríku familjurnar systkinaavsláttur til dagstovnapláss. Ungdómsvirksemið er munandi útbygt, fleiri tilboð eru á ítróttaøkinum og ókeypis bussleiðin er bæði útbygd og endurnýggjað, fyri at nevna nøkur dømi.

Tórshavnar kommuna hevur sama skattaprosent, 20,75%, og sama barnafrádrátt, 5.500 kr. Íløgur verða gjørdar fyri 136 mill. kr., sum allar verða fíggjaðar yvir skattin og uttan lántøku.

Samanumtikið rekur býráðið framhaldandi ein varnan fíggjarpolitikk, har íløgurnar eru so arbeiðsskapandi sum til ber. Býráðið leggur eisini framvegis stóran dent á, at tálmaði raksturin ikki ávirkar tænastustøðið til borgarar og vinnufyritøkur í kommununi, so at trivnaðurin í kommununi verður varðveittur og støðugt gerst betri.

Heðin Mortensen, borgarstjóri