Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar kommuna fingið nýggja almenna byggisamtykt

Nú er almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu endurskoðað og nútíðargjørd.

Tórshavnar kommuna er nú komin á mál við endurskoðanini av almennu byggisamtyktini, sum var góðkend í Innlendismálaráðnum beint fyri jól. Tann nú góðkenda, endurskoðaða byggisamtyktin er úrslit av einum drúgvum arbeiði, sum býráðið í februar 2009 samtykti at seta í gongd. Endamálið er at fáa eitt betur stýriamboð til byggimálsviðgerðina og framtíðar útbyggingar í kommununi.

Býráðið setti í 2009 ein serstakan stýrisbólk, samansettur av tveimum politiskum umboðum fyri byggi- og býarskipanarnevndina, einum politiskum umboði fyri teknisku nevnd, einum politiskum umboði fyri heilsu- og umhvørvisnevndina, tekniska stjóranum, býararkitektinum og býarverkfrøðinginum, at standa fyri arbeiðinum at endurskoða og nútímansgera byggisamtyktina, meðan Býarskipanardeildin hevur staðið fyri útinnandi arbeiðinum, og samskipanini við aðrar deildir, eitt nú Byggideildina og Løgdeildina .

Nútíðargerðin neyðug

Almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu var av fyrsta sinni gjørd í 1972 og varð seinast endurskoðað í 1996 í sambandi við samanlegging av Argja og Tórshavnar kommunu. Tá var tað fyrst og fremst kortið, sum var broytt, soleiðis at Argir eisini gjørdist partur av almennu byggisamtyktini. Ásetingarnar vóru annars framvegis í stóran mun tær somu sum í 1972.

Síðani eru nógvar smærri broytingar gjørdar, bæði í kortskjalinum og í tekstinum, tó uttan at byggisamtyktin er endurskoðað og nútíðargjørd í síni heild.

Stórar broytingar framdar

Upprunaliga almenna byggisamtyktin frá 1972 fevnir um 14 kapitlar, harav fleiri bert snúgva seg um byggiteknisk viðurskifti. Hesi viðurskifti koma framyvir at verða regulerað í eini landsbyggireglugerð, sum landsstýrið hevur gjørt uppskot til, sum helst kemur til hoyringar og verður sett í gildi í nærmastu framtíð. Serstaki stýrisbólkurin hjá býráðnum avgjørdi tí bert at endurskoða 5 teir fyrstu kapitlarnar, sum hava ásetingar, ið ikki verða fevndar av eini komandi landsbyggireglugerð.

Broytingarnar sum eru framdar, eru rættuliga stórar. Valt var serliga at gera broytingar av ymsum ásetingunum og treytum, sum hava givið trupulleikar í sambandi við byggimálsviðgerð seinastu nógvu árini. Stórstu broytingar, ið eru gjørdar, snúgva seg um hesi viðurskifti:

• nýmótans húsasnið, sum gamla byggisamtyktin ikki tók hædd fyri

• kjallarhædd telur við í nýtslustignum og samstundis hækkar mest loyvda nýtslustig tilsvarandi. Byggistig og hædd verður verandi tað sama Hetta tryggjar, at loyvt verður at byggja áleið tað sama sum fyrr.

• meðaljørðildi, sum ofta eru trupul at definer

• vegabreiddir, sum hava staðið í byggisamtyktini síðani 1972, men ikki eru tíðarhóskandi

• parkeringspláss, meira sundurgreinaðar ásetingar um tal av parkeringsbásum í sambandi við bygging, í mun til hvat slag av bygging, talan er um

Afturat hesum eru nógvar smærri og størri broytingar gjørdar.

Politiskur- og umsitingarligur stýrisbólkur

Arbeiðið at endurskoða og nútímansgera byggisamtyktina hevur verið skipað soleiðis, at uppskot til broytingar vórðu gjørd saman við teimum deildum, sum vara av teimum ymisku økjunum, t.d. umsitingarligar fyriskipanir saman við Løgdeildini og byggifyriskipandi ásetingar saman við Byggideildini. Broytingaruppskotini vórðu síðan løgd fyri serstaka stýrisbólkin til góðkenningar, og so at enda fyri politisku nevndirnar og býráðið.

- Endamálið við at endurskoða og nútíðargera byggisamtyktina, er at fáa eitt betur stýriamboð til dagliga arbeiði í umsitingini og hjá nevndum og býráðnum og fyri at hava greiðari karmar fyri framtíðar útbyggingar í kommununi, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, nú nýggja byggisamtyktin er góðkend.

 Nýggja byggisamtyktin varð góðkend av Innlendismálaráðnum tann 21. desember 2012.