Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar kommuna bjóðar avbjóðingunum vælkomnum

Býráðið samtykti hóskvøldið eina framskygda fíggjarætlan fyri 2014. Kommunan leggur serligan dent á barnafamiljurnar. Hakin verður settur í til nýggjan musikkskúla, brúgvin um Sandá verður bygd og arbeiðið at fáa enn meira lív í miðbýin byrjar av álvara.

Tórshavnar kommuna arbeiðir støðugt við at menna tilboðini til allar borgararnar. Hetta sæst aftur í samtyktu fíggjarætlanini fyri 2014. Kommunan varðveitir høga barnafrádráttin, ið styrkir fíggjarliga grundarlagið hjá barnafamiljum. Árligi frádrátturin í skattinum er 8000 krónur, ið er millum hægstu barnafrádráttir í landinum.

Býráðið hevur eisini samtykt at varðveita skattaprosentið, ið eisini verður 20,25 prosent í 2014. Hetta er samstundis millum lægstu skattaprosent í landinum.

Tórshavnar kommuna ynskir at gera enn meira fyri at skapa trivnað í miðstaðnum. Barnafamiljurnar eru í miðdeplinum. Enn sum áður fáa foreldur, sum hava meira enn eitt barn í dagstovni, avsláttur. Hetta merkir, at hevur ein familja eitt barn í vøggustovu og eitt í barnagarði er mánaðarligi avslátturin 600 krónur.

Samtykta fíggjarætlanin tryggjar borgarunum eina virka og vakna kommunu, ið veitir eina ørgrynnu av góðum tænastum. Bussleiðin verður framhaldandi goldin yvir skattin. Tórsvøllur verður fullfíggjaður, so hann lýkur altjóða krøv. Og arbeiðið at gera nýggjan musikkskúla byrjar. Saman við øðrum stórum og smáum verkætlanum fer hetta at skapa stór framstig fyri ítróttina, tónleikin og trivnaðin í síni heild.

Vinnan væl við

Fólkatalið í Tórshavnar kommunu er vaksið við 189 íbúgvum seinasta árið. Hevði Føroyar ikki havt ein virknan og vaknan høvuðsstað, var støðan við fólkatalinum munandi verri. Tí bjóðar kommunan øllum tilflytarum at verða vælkomnar í kommununa. Ásannandi at Tórshavnar kommuna fær alsamt størri týdning fyri atdráttarmegina hjá øllum landinum, arbeiðir Býráðið miðvíst við at geva vinnuni og arbeiðsfjøldini so góðar umstøður sum gjørligt. Tí verður eisini lagt til brots við nýggjum vinnuátøkum á Vestaruvág, soleiðis at fyritøkur fáa enn betri umstøður at vaksa.

Aftrat hesum verður nógv orka løgd í risastóru havnarútbyggingina, ið fer at økja munandi um vinnumøguleikarnar í kommununi – bæði viðvíkjandi flutningi, ferðafólki og einari møguligari oljuvinnu.

Fíggjarætlanin virkar fyri at gera kommununa til eitt enn betri øki. Endamálið er at bjóða borgarunum tryggar og fjølbroyttar tænastur frá morgni til myrkurs. Miðbýarætlanin fer eisini at vísa, at vit ynskja enn meira lív í miðbýnum. Bæði miðbýurin og restin av kommununi skulu framhaldandi vera eitt trygt og gott stað hjá børnum at vaksa upp og vaksnum at búgva. Arbeiðið at fyrireika og byggja ein golfvøll heldur fram, treytað av at avtala verður gjørd um jørðina.

Fíggjarætlan við minni rakstri og fleiri íløgum

Samtykta fíggjarætlanin javnvigar við 649 mió. Kr. Í 2013 javnvigaði uppskotið við 636 mió. kr. Umframt lágt skattaprosent, høgan barnafrádrátt og kappingarfør tilboð innan alt frá ítrótti til kvøldskúla er innkoyringarvegurin til Havnar partur av fíggjarætlanini.

Samanumtikið leggur fíggjarætlanin fyri 2014 upp til arbeiðsskapandi íløgur og skynsaman rakstur, so fjølbroyttu tænasturnar verða bíligari at reka. Kommunan er væl fyri fíggjarliga og megnar væl at svara hvørjum sítt. Men samstundis rekur hon ein varligan fíggjarpolitikk, soleiðis at framtíðar ættarlið trygt kunnu virka og liva í Tórshavnar kommunu. Vit gera neyðugar íløgur, skapa framburð og hyggja eisini fram í tíðina, so vit longu nú brynja okkum til broytt mynstur á ymiskum økjum.

Í okkara verð er eingin ivi um, at fólk velja høvuðsstaðarøkið, tí her er gott at vera. At skapa ein høvuðsstað, sum er virkin og vakin, er okkara fremsta mál, og ynskja vit við fíggjarætlanini fyri 2014 at arbeiða fram í móti hesum.

Vit eru ikki komin á mál enn, men við fleiri arbeiðsskapandi íløgum og einum skynsomum rakstri, er Tórshavnar kommuna væl á veg.

Tórshavnar býráð, 28. november 2013

Javnaðarflokkurin                         Tjóðveldi            Fólkaflokkurin           Sambandsflokkurin

Heðin Mortensen                       Jógvan Arge            Sjúrður Olsen          Annfinn Brekkstein 

Sigrún Mohr                         Marin Katrina Frýdal    Bogi Andreasen 

Helena Dam á Neystabø             Jákup Dam

Tróndur Sigurðsson

Elin Lindenskov

Levi Mørk