Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar havn sum framtíðar umskipingarhavn

Framløgan hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra, á ráðstevnuni um nýggjar vinnumøguleikar í norðuratlansøkinum í fólkatinginum í dag, setti Føroyar mitt á norðuratlantiska sjókortið og vísti á, hvussu vit vegna okkara landafrøðiligu støðu kunnu gerast ein leiðandi tænastumiðstøð og transitthavn við kompetentari, skjótari og bíligari tænastu. 

- Vit vístu á, at fyrimunir okkara eru ikki bara okkara landafrøðiliga støða, men eisini okkara serfrøði og so teir einastandandi fyrimunirnar, vit fáa við eini útbygdari havn. Føroyar verða eitt knútapunkt, bæði innan flutning í útnorði, og innan globala rutunetverkið við eyðsýndum fyrimunum fyri skipaferðsluna, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í stuttari viðmerking.. 

Í framløguni varð eisini víst á, at Tórshavnar havn kann gerast eitt áhugavert altnernativ til stórar havnir sum Rotterdam, bæði tá tað snýr seg um útflutning og umskiping av fiski, og tí at Føroyar eru sera áhugaverdar í sambandi við nýggju siglingarleiðirnar í Arktis millum Asia og Evropa.