Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar býráð: Trivnaðarnevndin hildið sín fyrsta fund

Nýggja trivnaðarnevndin hjá Tórshavnar býráð helt í morgun sín fyrsta fund, har nevndin eisini varð skipað.

Á størru myndini síggjast frá vinstru: Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, Eyðfríð L. Jacobsen, leiðari á sosialu deild, Annfinn Brekkstein, nevndarlimur, Marin Katrina Frýdal, nevndarlimur, Bjørghild Djurhuus, forkvinna, Sigrún Mohr, næstforkvinna, Halla Samuelsen, nevndarlimur, og Ruth Vang, leiðari á barna- og ungdómsdeildini.

Á hini myndini sæst trivnaðarnevndin einsamøll. Nevndin hevur skipað seg við Bjørghild Djurhuus sum forkvinnu og Sigrún L. Mohr sum næstforkvinnu.