Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar býráð keypt fyrisitingarbygningar hjá BankNordik

Eitt samt býráð hevur samtykt at keypa bygningin hjá BankNordik í Niels Finsens gøtu. Partar av keypinum eru eisini tveir bygningar frammanfyri bankabygningin millum Niels Finsens gøtu og Tórsgøtu, og torgið millum bygningarnar. Keypsprísurin er kr. 52 mió.

Harumframt hevur býráðið gjørt bindandi avtalu um at keypa høvuðssætið hjá BankNordik í Húsagøtu fyri kr. 40 mió. Sambært keypsavtaluni yvirtekur kommunan hendan bygning, tá ið nýggja høvuðssæti bankans verður tikið í nýtslu eftir ætlan í 2015.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at høvuðsendamálið við keypinum av bankabygninginum í Niels Finsens gøtu er at savna alla ta kommunalu fyrisitingina í størri eindir og færri bygningar í miðbýnum. “Fyrisitingin verður eftir hetta í høvuðsheitum á trimum adressum – ráðhúsinum, posthúsinum og bankabygninginum. Við hesum verða fortreytirnar at skipa fyrisitingina og tænastuna til borgararnar munandi betri og effektivari”, sigur Heðin Mortensen.

Hann leggur aftrat, at keypið harumframt er ein týdningarmikil liður í arbeiðinum at skapa ein munandi meira livandi miðbý. “Økið við ferðsluæðrina Steinatún og bankan, gongugøtan og Tórsgøta verða ætlandi umskipað til eitt livandi og spennandi umhvørvi við smáhandlum og tænastum eins og høvuðsatkoma til Snarskivuna, Kunningarstovuna og allan miðbýin”, sigur borgarstjórin.

Sambært keypsavtaluni yvirtekur kommunan bankabygningin tann 30. juni 2013. Kommunan flytur inn í tær báðar ovastu hæddirnar so skjótt hesar eru klárgjørdar. Bankavirksemið heldur fram í trimum teimum niðastu hæddunum til á vári 2015, tá ið nýggja høvuðssæti bankans væntandi verður tikið í nýtslu.

Í dag húsast kommunala fyrisitingin í 9 ymsum bygningum. Kommunan fer í næstum at selja teir bygningar, sum kommunan ikki longur hevur tørv á.

Heðin Mortensen sigur, at ætlandi verður bygningurin í Húsagøtu brúktur til ymsar lógarbundnar kommunalar tænastur eitt nú innan heilsuøki. “Við keypinum av bygninginum í Húsagøtu kunnu vit endurnýggja høliskarmarnar til framtíðar tørvin og so nær miðbýnum sum gjørligt”, sigur borgarstjórin.